Ongi úrslit

Álvarsamasta álopið á danska undirstøðikervið

Løgreglan í Keypmannahavn hevði týsmorgunin triðja tíðindafundin síðani hendingina.

© Tv2
Jóhanna Højgaard
23. sepember kl. 10:10

Løgreglan í Keypmannahavn hevði týsmorgunin enn ein tíðindafund um dronuflúgvingina yvir flogvøllin í Keypmannahavn í gjárkvøldið.

Tað var triðji tíðindafundurin hjá myndugleikunum, síðani hendingina.

Løgreglan hevur illgruna um at ein "dugnaligur aktørur" stendur aftanfyri álopinum.

Danmark er undir "høgari sabotasjuhóttan" og er í vanda fyri hybridálopum, sigur PET.

Mette Frederiksen forsætisráðharri, kallar hendingarnar fyri álvarsamasta álopið á danska kritiska undirstøðukervið higartil.

Hettar skal síggjast í samanhangi við restina av Evropa, sigur hon.

- Uttan at vit kunnu gera niðurstøður, uttan at myndugleikarnir kunnu gera niðurstøður, í tilgongdini vit hava, skal tað sjálvandi síggjast í ljósinum av øllum øðrum, sum eisini hendir, sigur hon.

Hon vísir á fyrrverandi dronuvirksemi í Póllandi og Rumenia, brot á estiskt loftrúm og teldusníkaálop á evropeiskar flogvøllir.

Tv2 spurdi Mette um hon hevur illgruna um Russland kann standa aftanfyri?

- Eg kann í øllum førum ikki nokta á nakran hátt, at talan er um Russland, sigur forsætisráðharrin og leggur afturat, at motivið í hesum málinum er at órógva, og skapa órógv og stúran.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

Í gjár kl. 10:30

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

Í gjár kl. 16:27

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

11. desember kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

12. desember kl. 09:55

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02