Rønn Eliasen er mentanarleiðari í Fuglafjarðar kommunu. Vit hava biðið hana siga nøkur orð um tað árliga tiltakið tey halda í Mentanarhúsinum í dag klokkan 15.00.
Rønn greiður frá:
-Í dag er altjóða kvinnudagur - ella kvinnustríðsdagur - og í hesum sambandi verður - fyri tíggjundu ferð - skipað fyri tiltakið í Fuglafirði, hesaferð við heitinum Heimur, hvussu livir tú. Tiltøkini byrjaðu í Ribarhúsi, men áhugin var beinanvegin so stórur, at flutt varð í Mentanarhúsið.
Endamálið hevur øll árini verið at varpa ljós á samfelagsviðurskifti og trupul evnir, sædd við kvinnueygum, tí kvinnur vóru lítið sjónligar í almennum kjakið og miðlum. Kvinnur hava eisini staðið fyri kørmunum rundanum tiltakið - list, tónleik, mat og undirhald. Endamálið er at vísa á, hvussu nógvar gløggar og dugnaligar kvinnur eru runt um í landinum.
Seinnu árini hevur Demokratia verið samstarvspartur, fyri at økja um leiklutin hjá kvinnum í politikki, eisini norðanfyri.
Í 2022 kom Britan. Ein heiður til eina sterka kvinnu, og ein ognartøka av einum niðrandi heiti fyri at venda tí til eitt positivt heiti fyri eina kvinnu, ið stendur stinn og stríðist til frama fyri aðrar. Í ár er tað sostatt fimtu ferð at ein kvinna fær heiðurin. Briturnar hini árini hava verið Annika Olsen, Rannvá Magnadóttir, Óluva í Gong og Barbara Holm.
Solby Christiansdóttir verður orðstýrari, tá fleiri gløggar og áhugaverðar kvinnur, seta seg í sofuna til eitt prát.
Keyp atgongumerki á mh.fo. Har ber eisini til at bíleggja sær pláss við Demokratia-bussinum.