Ongi úrslit

Altjóða dagur fyri harðskapi móti kvinnum 2025

Skipað verður fyri haldi týskvøldið í næstu viku

Almenna- og mentamálaráðið
4 tímar síðan

Fíggjarligur harðskapur er evnið á tiltaki á altjóða degnum móti harðskapi móti kvinnum 25. novembur, sum Sig Frá, Kvinnuhúsið og Kvinnufelagið í Havn skipa fyri. Her fer at verða varpað ljós á, hvussu fíggjarligur harðskapur vísur seg, hvørjar lógarásetingar eru galdandi á økinum og hvussu fíggjar heimurin kann verða við til at fyribyrgja fíggjarligum harðskapi.

Í Føroyum varð sálarligur harðskapur kriminaliseraður fyrr í ár. Frammanundan hava grannalondini framt somu týðandi lógarbroyting. Royndirnar hagandi hava víst, at fíggjarligur harðskapur er tætt tongdur at sálarliga harðskapinum, ikki minst við felagsnevnarum sum makt, manipulatión, kontroll og hevnd. Hóast hesa niðurstøðu verður samstundis staðfest, at fíggjarligur harðskapur ikki sæst týðiliga aftur sum partur av galdandi lógarverki. Hetta vísir seg at vera ein avbjóðing, ikki minst tí, at fíggjarligur harðskapur hevur við sær langdrignar og oyðileggjandi avleiðingar fyri tann harðskapsrakta.

Fakligar framløgur og persónlig frásøgn

Á tiltakinum 25. novembur verða tríggjar framløgur at lýsa evnið

· Ráðgevið úr Kvinnuhúsinum um

“Hvat er fíggjarligur harðskapur og hvussu ávirkan hann tann harðskapsrakta?”.

· Mimi Steintórsdóttir, advokatur, fer at greiða frá

“Hvørjar eru galdandi lógarásetingar í sambandi við fíggjarligan harðskap?

· Turið Arge, forstjóri í Føroya Banka hevur framløgu um

“Hvat ger fíggjarheimurin fyri at fyribyrgja fíggjarligum harðskapi?”

Eftir ein steðg fer Óluva Zachariassen at hava samrøðu við eina føroyska kvinnu, um at liva í fíggjarligum harðskapi og hvussu hesar umstøðurnar hava ávirkað lív hennara.

Síðani verður hildið fram við pallborði, við luttøku av Bjarna Kárasyni, landsstýrismaður í lógarmálu, Sirið Stenberg, landsstýrikvinna í uttanríkis- og vinnumálum og Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

Tiltakið, sum er alment og ókeypis, verður fyriskipað týsdagin 25. november

frá kl. 13 til 16 í Smæruni, J.H. Schrøters gøta 7 í Havn.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

Í gjár kl. 09:17

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03

Minningarorð um Helga Olsen í Rituvík

11. november kl. 12:41

Útselt á sjálvum upplatingardegnum

11. november kl. 21:00