Í dag eru 19.603 húski í Føroyum og tað er 321 húski fleiri enn fyri einum ári síðani og næstan 2.700 húski fleiri enn fyri tíggju árum síðani. Í sama tígjuára tíðarskeiði er fólkatalið vaksið yvir 6.000 fólk.
Alt hetta vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.
Men uppgerðin vísir eisini, at tað eru alsamt fleiri føroyingar, sum búgva einsamallir í húsi. Tað mest vanliga húsarhaldið í Føroyum, er eitt einsamalt fólk, tí tað eru 5.262 húski, har tað bara býr eitt vaksið fólk. Tað er meiri enn fjórðahvørt húski, har tað bara býr eitt fólk.
Tað næstvanligasta er, at tey húskini, har tað bara búgva tvey vaksin fólk. Uppgerðin vísir nevniliga, at kring landið eru tað 4.913 húski, har tað bara búgva tvey vaksin fólk, tað er eisini ein fjórðingur.
Og triðvanligastu húskini í landinum, eru húski, har tað búgva fleiri vaksin fólk saman, men við ongum børnun. Tey eru 2.707 í tali, ella sløk 14 prosent av øllum húskjunum.
Sostatt eru tað tilsamans í tveimum triðingum av øllum húskjum í landinum, har tað eru eingi børn.
Hagstovan sigur, at tað slagið av húskjum, sum veksur mest, eru húskini har tað bara býr eitt vaksið fólk. Av teimum 2.700 húskjunum, sum eru komin aftrat hesi seinastu tíggju árini, eru 45 prosent húski, har tað bara býr eitt einsamalt fólk
Í miðal er beint undir trý fólk í hvørjum húski.
Tað slagið av húskjum, sum veksur mest, eru húski, har tað bara býr eitt einsamalt fólk, tað er tann bláa strikan. Hin strikan eru húski, har tað bara búgva tvey vaksin, tað er næstvanligasta slagið av húskjum í landinum