Ongi úrslit

Aksel fegnast um lættar

1. januar lækkar inngjaldið til ALS við 0,2 prosentum

Aksel V. Johannesen
17. oktober kl. 21:59

Føroyar eru eitt fantastiskt land at búgva í, men eisini eitt land við høgum kostnaðarstøði. Ov høgum kostnaðarstøði.

Hetta merkja vit øll í gerandisdegnum. Serliga tey við lágum inntøkum.

Vit vilja, at Føroyar skulu vera fyri øll. Tí mugu vit gera alt, vit eru ment, fyri at lætta um gerandisdagin.

Tí hava vit fyrr í valskeiðnum lækkað skattin hjá lág- og miðalløntum. Vit hava latið lønarlyft til láglønt innan umsorganarøkið. Hækkað útgjaldið úr Barsilskipanini og Arbeiðsloysisskipanini, og áður lækkað inngjaldið í ALS.

Av somu orsøk hava vit eisini latið løgtinginum uppskot um at hækka bæði barnafrádráttin og lestrarstuðulin. Eisini hava vit latið løgtinginum uppskot um at avtaka MVG-ið á eplum, grønmeti og barnablæum.

Og ALS-gjaldið verður aftur nú lækkað við 0,2 prosentum. Eg veit væl, at hetta langt frá ger allan munin. Men saman við øllum øðrum átøkum, so ger hetta vónandi mun hjá teimum flestu. Sum orðatakið sigur: Allur bati bøtir.

Gott vikuskifti øll somul.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

13 tímar síðan

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

Í gjár kl. 09:07

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03

Minningarorð um Helga Olsen í Rituvík

11. november kl. 12:41

Útselt á sjálvum upplatingardegnum

11. november kl. 21:00