Gongdin fyri Ukraina – og harvið Evropa, er alamerandi.
Tað sigur Mette Frederiksen, forsætisráðharri, eftir at hon og aðrir evropeiskir leiðarar fingu kunning um friðarætlanir fyri kríggið í Ukraina á einum seriøsum fundi. Hettar skrivar forsetisráðharraskrivstovan á X.
- Zelenskyj hevur gjørt greitt, at hetta nú er tann torførasta løtan síðani kríggið byrjaði. Hetta undirstrikar at Evropa skjótt og avgerandi skal endurbrynjast.
- Vit mugu styrkja okkara egnua tryggleika og veita neyðuga stuðulin til Ukraina. Einans Ukraina kann avgera sína egnu framtíð, stendur skrivað.
Donald Trump, hevur sett eina freist til hósdagin í næstu viku, tá Ukraina skal góðkenna friðarætlanina hjá Hvítu Húsunum.
Friðarætlanin snýr seg millum annað um, at Ukraina ongantíð verður limur í NATO og at landið skal hálvera herin.