Ongi úrslit

Freist hósdagin í næstu viku

Zelenskyj vil hyggja positivt at einum og hvørjum realistiskum uppskoti

© Sky News
Jóhanna Højgaard
3 tímar síðan

Donald Trump hevur smíðað saman eina friðarætlan sum han vil hava í gildi ímillum Russland og Ukraina.

Hann hevur sett eina freist til hósdagin í næstu viku. Tá skal Zelenskyj góðkenna friðarætlanina hjá Hvítu Húsunum. Hettar segði Trump í samrøðu við Fox Radio fríggjadagin.

Friðarætlanin hevur 28 punktir, og sambært fleiri miðlum umhandlar eitt teirra, at Ukraina ongantíð verður limur í NATO og at landið skal niðurraðfesta herin.

Nøkur dømi úr ætlanini:

Punkt 13. Snýr seg um at Russland verður reintegrerað aftur inn í heimsbúskapin:

Avtøkan av revsitiltøkunum verður umrødd, avtalað í stigum og í hvørjum einstøkum føri.

USA og Russland skulu gera eina langtíðar búskaparliga samstarvsavtalu sínamillum um menning á økjunum orka, náttúrutilfeingi, undirstøðukervi, AI, dátumiðstøðir, sjáldsamar jarðnámuverkætlanir í Arktis, og aðrar gagnligar vinnumøguleikar. Russland verður eisini boðið at koma uppí aftur G8.

Punkt 14 snýr seg um teir frystu grunnarnir verða nýttir soleiðis:

100 milliardir dollarar í frystum russiskum ognum verða lagdar í átøk undir leiðslu av USA, at umbyggja og gera íløgur í Ukraina; USA fær 50 prosent av vinninginum av hesum átakinum. 

Evropa fer at leggja 100 milliardir dollarar afturat fyri at økja um íløgurnar, sum eru tøkar til umbygging av Ukraina. Frystir evropeiskir peningastovnar verða ófrystir. Restin av frystu russisku peningunum verður lagdur í eitt serstakt amerikanskt-russiskt íløgufelag, sum skal fremja felags verkætlanir á ávísum økjum. 

Hesin grunnurin fer at hava til endamáls at styrkja sambond og økja um felags áhugamál fyri at skapa eitt sterkt eggjandi amboð til ikki at venda aftur til ósemjur.

Sambært danska uttanríkisráðharranum Lars Løkke Rasmussen er tað øðrumegin positivt, at USA er sinnað at enda kríggið.

-Hinvegin er tað sera, sera umráðandi, at tað ikki hendir eftir russiskum treytum. Hettar segði hann fríggjakvøldið við TV 2.

Hann leggur eisini dent á, at Trump hevur gjørt greitt, at tað er trupulleikin hjá Evropa, og at tað tí er óhóskandi at royna at loysa trupulleikan uttan Evropa.

Sum friðarætlanin er nú, er metingin hjá Løkke, at Ukraina ikki kann góðkenna hana undir nøkrum umstøðum - og tað kann Evropa heldur ikki.

Vladimir Putin, hevur váttað, at tey hava fingið amerikansku friðarætlanina fyri Ukraina, skrivar Reuters.

Sambært tíðindastovuni sigur Putin, at hann heldur at hon kann vera grundarlag undir eini avtalu.

Samstundis leggur russiski forsetin dent á, at tey eru til reiðar til eina friðarliga loysn, men at smálutirnir í ætlanini mugu umrøðast.

Volodomyr Zelenskyj sigur, at Kiev fer at arbeiða saman við USA og Evropa á ráðgevandi støði, fyri at finna eina veruliga leið til frið.

Forsetin skrivaði á X eftir eina langa samrøðu við amerikanska varaforsetan, J.D. Vance.

Fráboðanin kemur eisini í kjalarvørrinum av, at Trump hevur sett eina freist uppá eina slaka viku fyri at góðkenna friðarætlanina.

- Ukraina hevur altíð virt og virðir framvegis ynski hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, um at gera enda á blóðbaðinum, og vit hyggja positivt at einum og hvørjum realistiskum uppskoti, skrivar Zelenskyj.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

14 tímar síðan