Ongi úrslit

Aksel biður Bjarna ummæla skrivið frá Tórbjørn

Landsstýrismaðurin hevur fram til fríggjadagin klokkan 16 at svara løgmanni

Jonhard Hammer
5 tímar síðan

Spurningurin um umvalið í Runavíkar kommunu liggur nú aftur hjá Bjarna K. Petersen landsstýrismanni í lógarmálum.

Løgmaður bað mánadagin umvegis løgfrøðiliga ráðgeva sín Sjúrð Rasmussen løgmálaráðið um ummæli av brævinum, sum Tórbjørn Jacobsen borgarstjóri í Runavíkar kommunu sendi løgmálaráðnum og løgmanni. Í sjey síður langa brævinum reisir borgarstjórin eina røð av spurningum í sambandi við avgerðina hjá Bjarna K. Petersen landsstýrismanni um, at tað skal vera umval til býráðið í Runavíkar kommunu.

Sambært Tórbjørn Jacobsen í sendingini Stjórnin í FM1 seinnapartin í dag, so hevur løgmaður givið løgmálaráðnum svarfreist fram til fríggjadagin 28. november klokkan 16.

Mánadagin 1. desember verður einki løgmálaráð, og tá verður Bjarni K. Petersen ikki landsstýrismaður, so ummællið til løgmann av skrivinum og spurningunum frá Tórbjørn Jacobsen borgarstjóra verður eitt av síðstu málunum, sum landsstýrismaðurin hevur at avgreiða, áðrenn hann fer úr landsstýrissessinum.

Tórbjørn Jacobsen segði í Stjórnini í dag, at hann tekur sum givið, at løgfrøðiliga serfrøðin hjá løgmanni fer at lesa svarið hjá løgmálaráðnum, áðrenn valið verður formliga kunngjørt.

Umvalið til býráðið í Runavíkar kommunu er ikki enn lýst í Kunngerðarblaðnum. Freistin er lýsa er seks vikur. Tá ið valið er ásett at vera týsdagin 13. januar fer tíðin at styttast.     

 

Mest lisið hesa vikuna

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

21. november kl. 07:47

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

21. november kl. 08:30

Tórshavnar Býráð hevur nú samtykt at leggja avgjald á tóm hús

12 tímar síðan

Grindedrabet som ingen lagde mærke til… indtil nu

Í gjár kl. 12:30

Fekk ljótar viðmerkingar um sína útsjónd

Í gjár kl. 21:40

Næsta sparingin skal verða at niðurleggja føroyskar sendistovur uttanlands

20. november kl. 09:53