Ongi úrslit

Ákærdur fyri rán og neyðtøkuroynd av pinkubarni

Løgreglan hoyrdi barnagrát sum leiddi tey á staðið

Hotel Norden
Jóhanna Højgaard
3 tímar síðan

Hotel Norden í Haderslev hevði innbrot náttina til mánadagin. Tjóvurin stjól lyklakort til eitt av kømrinum.

Sami maður situr nú í rættinum í Sønderborg, ákærdur fyri rán av, og neyðtøkuroynd av bert sjey mánaðir gamlari gentu.

Hann tók gentuna mánafagin, meðan hon lá í barnavogni og svav uttanfyri sítt heim í Haderslev. Foreldruni vóru inni og hoyrdu gjøgnum babyalarmin, at okkurt var áfatt, tá tey fóru út, var barnavognurin vekk.

Ein stór leiting var sett í verk við bæði myndugleikum og privatum fólki. Hettar bar við sær at barnið og 37 ára gamli maðurin, lutfalsliga skjótt vóru funnin á Hotel Norden, inni í kamari nummar 220. 

Løgreglan hoyrdi barnagrát sum leiddi teimun á staðið. Gentan varð í dragt, men hevði onga blæu ella annað undir.

Á kamarinum var eisini funnið plastikhandskar og ein sokkur til pinkubørn.

Maðurin rópti sjálvur at hann ætlaði sær at gera gentuni okkurt tá løgreglan kom fram á hann, tí er hann ákærdur fyri neyðtøkuroynd.

Eisini hevði hann teir seinastu 24 tímarnir, bæði roykt hash, tikið kokain, amfetamini og heroin, umframt drukkið alkohol

Lítla gentan er kannað og hon sær ikki út til at hava verið útsett fyri nakað fysiskt. Hettar væntandi tí at hon bleiv funnin lutfalsliga skjótt.

Fleiri journalistar hava mótmælt at rætturin vil lukkað hurðarnar tá greitt verður frá diagnosuna hjá ákærda.

Rætturin valdi tó at lata hurðarnar aftur eina løtu.

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Flytur úr Miðflokkinum og í Fólkaflokkin

3. mars kl. 22:45

Tá eg bleiv ríkari av Fólkaflokkinum, men vinkonan fátækari

4. mars kl. 09:45

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

Í gjár kl. 15:03

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

Í gjár kl. 07:49

Fólkaflokkurin stillar 14 valevni upp í Havn

3. mars kl. 21:18