Ongi úrslit

Ákæra reist fyri álvarsamt álop á Argjum

Kvinnan, sum varð álopin við Sandá á Argjum sunnukvøldið 28. apríl í fjør, var sambært ákæruritinum í lívsvanda

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
29. oktober kl. 14:15

Kvinnan, sum varð álopin við Sandá á Argjum sunnukvøldið 28. apríl í fjør, var sambært ákæruritinum í lívsvanda.

Sambært politinum og ákæruvaldinum sæst, hvussu álvarsligt álopið hevur verið, nú ákæruritið er skrivað.

Ein 36 ára gamal maður er ákærdur fyri serliga vandamikla neyðtøku við øðrum kynsligum sambandi enn samlegu og roynd til slíkt umframt fyri eitt serliga rátt og harðrent likamsálop.

Sambært ákæruritinum leyp hann á kvinnuna aftanífrá, so at hon datt, og tók strangt kvørkratak, sum gjørdi, at hon ikki fekk andað og var um at missa vitið. Hann sat á búkinum hjá henni — kvinnan var tá við barn í 29. viku.

Harumframt sló hann hana nógvar ferðir hart í høvdið við einum steini ella øðrum líknandi. Hon fekk skaðar í høvdið og á andlitið og kroppin, men megnaði at berjast ímóti, til maðurin rýmdi.

Maðurin noktar seg sekan.

Ákæruvaldið fer at krevja, at hann verður dømdur til forvaring heldur enn fongsul, og at hann, sum er pólskur ríkisborgari, verður vístur av landinum við tað sama.

Tey krevja eisini endurgjald til kvinnuna og vilja, at málið verður viðgjørt sum nevningamál.

Rætturin hevur fingið fyrivarni um at seta av fýra rættardagar, og ætlanin er, at málið verður ført í rætt fyrst í desember.

Maðurin hevur verið í varðhaldi síðan álopið.


Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Er meldaður fyri blúnisbrot

Í gjár kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

Í gjár kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

Í gjár kl. 11:39