Ongi úrslit

Akademikarin, sum varð frelstur!

Peter Kujala
2 tímar síðan

Í tannárunum sat eg við eitt vítt vatn í finska Lapplandi við finskari øl í hondini og hugdi at sólarmyrkingini, sum stríddist við vatnflata, áðrenn hon sakk í dýpið, og myrkrið setti seg inn, og eg upplivdi bara tómleika og spurdi meg sjálvan "er tað veruliga einki meira”? Tann spurningurin elti hendan mista søkjaran inn í lesnað í hugvísindum á Háskúlanum. Í næstan 4 ár las eg hundraðtals av teimum bestu, mest virdu bókunum í bókmentafrøði, heimspeki og øðrum mentanarligum evnum. 

Finska ølin varð skift út við eitt annað slag av øli og víni á studentakvøldinum, og eg endaði eitt sindur fullur tríggjar dagar um vikuna. Og eingi svar, antin í bók ella fløsku, framhaldandi meiningsloysi og hetta alforbrúkandi stálkalda og deyða "tómrúmið", sum vildi køva alt lívið, um nakað var.  Áhaldandi vitnaði kristin, sum eg hitti, sum vildu umvenda meg til Jesus, við sníkum og yvirskipaðum argumentum vinkaði eg teimum burtur, men orðini, tey søgdu, vekjaðu mína samvitsku, ein undarlig uppliving, hvaðani kom hon?  Hevði eg tá brúk fyri "syndafyrigeving"?

Tá doyði ein kærur, við jarðarferðina bóru vit kistuna út og "Gud" nam við meg, eg upplivdi ljós, gleði og frið mitt í allari sorgini og deyðanum!  Var okkurt har omanfyri?! Ristin og miffaður, las eg evangeliska boðskapin í bók fyri veruliga, eitt sindur av álvara, har einsamøll í míni lítlu íbúð seint eitt kvøldið, 17. august 1995. Og eg skilti, eg var sekur!  Og frelsarin hevði tikið mína skuld, mína revsing á tí blóðuga Krossinum. Men treiskur sum eg var, so kravdi eg í undranarverdum námsfrøðiligum stoltleika enn staðfesting frá tí Hægsta, og fekk svar!  Eg hugdi út gjøgnum vindeygað og rykti beint inn í náttarmyrkrið, móti himlinum: “Gud um tú ert til, vís mær tað nú!”

Hesaferð ein risastór bylgja av kærleika og friði, alt rúmið bleiv skínandi, eg upplivdi Jesus á ein hátt, sum ikki kann lýsast. Hann, Jesus var hjá mær og tók í hondina á mær og segði “Pætur, eg doyði fyri teg, eg elski teg, tú ert fyrigivin og frælsur, fylg Mær”.  Fyri fyrstu ferð fall eg niður á knæ og bað: “Fyrigev mær Gud, set meg leysan, eg trúgvi á teg Jesus, eg eri tín”. Og kanst tú ímynda tær, at tómleikin hvarv og lívið sigraði og fylti meg, yvirflóð og gjøgnumsyrgdi hvørt atom í míni veru, tað var og livir á hægst møguligum støði, tað var at vera í sjálvum tilverunnar týdningi og endamáli, og eg eri enn "signaður" eftir 30 ár…

 

Mest lisið hesa vikuna

Kilovís av kokaini umborð á Norrønu

12 tímar síðan

Tá ið antizionisma gjørdist partur av valstríðnum í Føroyum 2026

Í gjár kl. 20:08

Feilur í fínteljing: Jóhan Christiansen komin aftur í tingið

23 tímar síðan

Eg leggi ikki í hvat fólk siga

28. mars kl. 19:26

Fingu bara seks atkvøður í Suðuroy

26. mars kl. 21:47

Nú er tað BÍLIGARI at verða føroyingur - sum heild eru prísirnir lækkaðir

27. mars kl. 11:24