Ongi úrslit

Áheitan um at taka upp samráðingar við Smyril Line at lata MS Norrønu hjálpa til á Suðuroyarleiðini

Til landsstýrismannin í samferðslumálum, Jóhan Christiansen

Henrik Old, løgtingsmaður
12. sepember kl. 14:24

Í sambandi við at Smyril fór í dokk hevur grikska ferjan M/V Galaxy røkt Suðuroyarleiðina síðani 23. august 2025. Tað hevur verið sjón fyri søgn, at Galaxy hóskar sera illa til Suðuroyarleiðina. Hóast veðrið hevur verið á einari heilt góðari leið, hava verið fleiri avlýsingar hesa farnu vikuna við ógvusligum avleiðingar fyri fólk og vinnu í Suðuroy.

 

Undirritaði vil við hesum heita á landsstýrismannin í samferðslumálum, saman við Strandfaraskip landsins, at taka upp samráðingar við leiðsluna á Smyril Line um at lata M/S Norrønu hjálpa til á Suðuroyarleiðini, meðan Galaxy røkir siglingina.

 

Fyrr hevur Norrøna loyst av, tá Smyril hevur verið til klassing, og tað hevði hjálpt munandi um Norrøna sigldi á Vág á veg til Hirtshals og aftur á Vág, tá Norrøna kemur úr Hirtshals. Tað er vert at leggja aftrat, at Norrøna longu frammanundan flytur nógvan fisk av landinum, sum kemur úr Suðuroynni. 

 

Sum tað sær út, so er ferðaætlanini rúmligari nú Norrøna hevur broytt ferðaætlan frá 7. september, og tað átti at verið betri møguleikar at gera tillagingar. Tí kundi kanska eisini borið til at gjørt ein eyka túr í Suðuroynna í leypi av vikuni, helst í vikuskiftinum.

 

Líknandi loysn hevur verið roynd fyrr og við góðum úrsliti. Tað hevði komið sera væl við hjá fólk og vinnu í Suðuroynni, um tað hevði borið til at fingið Norrønu at hjálpt til á Suðuroyarleiðini.

 

Henrik Old, løgtingsmaður

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

12. oktober kl. 09:14

Funnu bløðandi mann uttan vit – leita eftir vitnum

Í gjár kl. 08:46