Ongi úrslit

Áheitan á Løgtingið frá Tvøroyrar býráð

Tvøroyrar býráð
5 tímar síðan

Á temadegi leygardagin 21. februar umrøddi Tvøroyrar býráð ætlanina um Suðuroyartunnilin, sum verður løgd fyri Løgtingið í komandi viku.

Við hesum vil Tvøroyrar býráð bera fram eina greiða og staðiliga áheitan á Løgtingið um at taka boðskapin frá borgarafundinum í SALT 16. februar í størsta álvara — serliga tann boðskap, sum kom frá unga ættarliðnum. Har varð greitt víst á, hvussu átrokandi støðan er í Suðuroynni, og hvussu avgerandi tað er fyri framtíðina hjá suðuroyingum, at Løgtingið nú tekur ábyrgd og samtykkir ta fyriliggjandi ætlanina um Suðuroyartunnil.

Suðuroyartunnilin er ikki bert ein samferðsluverkætlan, men ein grundleggjandi framtíðaríløga í javnbjóðis møguleikar, búseting, vinnumenning og lívskor í Føroyum. Við tunlinum verður Suðuroyggin knýtt tættari at meginøkinum, og eitt týdningarmikið stig verður tikið móti javnari atgongd til menning, útbúgving og tænastuveiting fyri øll, sum búgva í landinum.

Suðuroyingar seta tí sítt álit á, at Løgtingið í komandi viku letur givin lyfti frá forfólkunum í øllum flokkunum síggjast aftur í verki. Vónin er, at ein stórur meiriluti sigur JA til at fara undir Uppskot til løgtingslóg um fyrireiking, prosjektering og útboð av Suðuroyartunlinum við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum.

Tvøroyrar býráð heitir tí staðiliga á allar løgtingslimir um at vísa dirvi, framskygni og ábyrgd, og atkvøða JA til ta mest týðandi framtíðaravgerðina fyri suðuroyingar og føroyingar: at knýta Suðuroynna at Føroyum og harvið birta vón fyri framtíðini hjá unga ættarliðnum í Suðuroynni, so tey fáa javnbjóðis møguleikar við javnaldrar sínar í Føroyum.


Tvøroyrar býráð hin 22. februar 2026

 Kristin Michelsen

Anita Vibergsdóttir

Eyð Eidesgaard

Alvi Mortensen

Bjarni Hammer

Arnfinn Bech

Barbara Tausen

Mest lisið hesa vikuna

Álopin í sínum egna húsi

19. februar kl. 15:24

Atlantsflog meldað til løgregluna

17. februar kl. 10:08

Profilur í Sambandsflokkinum gevst í polikki

18. februar kl. 12:00

Løgreglan heitir á bileigarar um at kanna bilarnar - illgruni um herverk

13 tímar síðan

Vit mugu taka tøk saman við suðuroyingum á samferðsluøkinum

16. februar kl. 10:45

Hevði ov nógv fólk í bilinum - og alt vóru børn

16. februar kl. 08:41