Aftur spenningur um silvurkrónurnar í Betri kvinnudeildini

Í kvøld vórðu tveir dystir í bestu kvinnudeildini leiktir. Í Runavík tók NSÍ móti B36 og í høvuðstaðnum vitjaði ÍVB HB. Øll 6 stigini endaðu Gundadali, og nú er púra javnt í dystinum um silvurkrónurnar

Dan Lamhauge
6. oktober 2020 kl. 22:54

Hóast vit skriva 6.oktobur, so vóru líkindini av teimum bestu við Løkin í kvøld, har NSÍ møtti kvinnunum hjá B36. 

Talan gjørdist um ein javnan dyst, har NSÍ legði betur frá landi. Sum hálvleikurin leið, komu tær úr B36 betur við og komu til fleiri góðar støður, tó uttan at gerast veruliga vandamiklar. 

Beint fyri hálvleik átti NSÍ at lagt seg á odda, tá ið Heidi Sevdal sendi bóltin upp um B36-verjuna, har Unn Hvidbro tuskaði avstað. Hóast púra leys frá verjuni sendi landsliðsleikarin bóltin beint í føvningin á Valborg Østerø í B36-málinum.

Fyrstu løtuna í seinna hálvleiki løgdu gestirnir trýst á, og tað var líka við, tá Bára Isaksen stútaði bóltin á yvirleggjaran eftir horna úr vinstu. 

Eftir hetta ressaðist NSÍ við, og komu tær gulu til tríggjar stórar møguleikar, men Heidi Sevdal og Laila Pætursdóttir vóru óneyvar. 

Verjan hjá NSÍ stóð væl, og tí vóru tær í B36 vandamiklast við deyðbóltar. Og tað var júst ein deyðbóltur, sum førdi til einasta málið í dystinum. Emma Hansdóttir, sum stóð sterk í myndini, sendi eitt horna inn fyri málið, har Olga Kristina Hansen var fyrst á og so var 1-0 til B36. Tá vóru 72 minuttir leiktir.

Eftir hetta royndi NSÍ at svara aftur, men tær megnaðu ikki at koma til tað stóra, og B36 kundi fara til Havnar aftur við trimum stigum.

Tveir leikarar skaraðu framúr í dystinum í kvøld. Emma Hansdóttir er ein sannur brandur í álopinum hjá B36. Hon hevur góðan bóltførleika, er góð at spæla uppá, meðan liðið flytir seg fram í álopstøðu, og so dugir hon sera væl at seta álopini upp. 

Hin er Monika Samuelsen hjá NSÍ. Hon spælir í miðverjuni, og tað var sera trupult hjá B36 at spæla seg til málmøguleikar. Monika dugir væl at meta um, hon vinnur at kalla hvørja takling, hevur sera góðan bóltførleika og eyga fyri spælinum. Hon gjørdi helst onki mistak í øllum dystinum.

Í Havn vann HB á ÍVB. Endaliga støðan gjørdist 2-0 til heimaliðið. Kára Djurhuus legði HB framum, tá 36 minuttir vóru leiktir. Elin Maria Isaksen staðfesti sigurin, tá hon við brotsparki økti til 2-0 tíðliga í seinna hálvleiki. 

Úrslitini í kvøld hava við sær, at nú er sera javnt og spennandi í dystinum um silvurið. HB og NSÍ hava 24 stig, meðan B36 við sigrinum í dag hálaði seg upp á 23 stig. HB hevur ein dyst eftir at leika, meðan NSÍ og B36 hava tveir.