Ger landsstýrið álvara av at nokta ávísum russiskum skipum at koma til Føroya, fer tað at fáa stórar avleiðingar fyri føroyska búskapin.
Tað eru teir tríggir fyrrverandi topp- politikararnir, Jóannes Eidesgaard, Heðin Zachariasen og Tórbjørn Jacobsen.
Í eitt langt áramál hava teir umboðað ávikavist Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin og tjóðveldi, bæði á Løgtingi og í Landsstýrinum.
Teir eru allir tríggir púra ovfarnir av ætlanini hjá Landsstýrinum at útihýsa ávísum russiskum skipum at koma til Føroya.
Talan er um skip hjá tveimum russiskum feløgum, tí illgruni er um at tey njósnast.
Í sendingini, Stjórnin, á FM1 í gjár, segði Tórbjørn Jacobsen, at hann ivast ikki í, at seta føroyingar tiltøk í verk ímóti hesum báðum feløgunum, verður tað endin á fiskivinnusamstarvinum við Russland.
– Tá ið tú mistrýrt einum samstarvsfelaga, hví skal hann so tíma at hava nakað við teg at gera, spyr hann.
Hann er sannførdur um, at hetta er mál, sum er reist í Føroyum eftir beinleiðis boðum frá donsku stjórninini, og frá ES Danmark - og tað situr Tjóðveldi og svølgir.
Í hesum sambandi hevur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanlandsmálum, verið á fundi í Uttanlandsnevndini hjá Løgtinginum - saman við donsku fregnartænastuni.
– Tað ljóðar fullkomiliga skeivt í mínum oyrum, at Sirið Stenberg hevur eina útlendska fregnartænastu til stuðulspedagog so at hon skal sleppa at forkoma samstarvinum ímillum Føroyar og Russland, sum hevur eitt milliardavirði fyri okkum, segði Tórbjørn Jacobsen á FM1.
– Fer samstarvið við russarar fyri skeyti, fáa vit ein minni marknað at selja til, og tað fer eisini avleiðingar fyri prísin, sigur hann.
Serliga undrar tað hann, at tað hvørki hvettir úr Norðoya Tjóðveldisfelag ella úr Eysturoyar Tjóðveldisfelag, hóast hesi bæði økini eru skelkað í sínum grundvølli av ætlanini hjá samgonguni.
– Tað er heilt margháttligt, at ein landsstýriskvinna í uttanlandsmálum, Sirið Stenberg, miðvíst ætlar at skerja okkara útflutning, heldur Tórbjørn Jacobsen
Heðin Zachariasen, sigur, at avleiðingin av hesum verður uttan iva, at russarar slíta alt samstarv við Føroyar.
Og hendur tað, fer tað at fáa øgiliga stórar avleiðingar fyri føroyska samfelagið. Sostatt er samgongan á vandakós í hesum máli.
Tað er Jóannes Eidesgaard samdur í. Hann undrast á, at Landsstýrið, sum fer so harðliga til verka ímóti tveimum russiskum feløgum, tí illgruni er um njósning, hevur næstan ikki kloyvt í tvey um ísraelska fólkamorðið í Gasa.
– Eg havi ringt við at síggja samanhangin í hesum, sigur hann við FM1. Sjálvur heldur hann, at hetta er at gera nógv rok burtur úr einum lítlum máli, tí talan er um ein illgruna, tí tað er ikki staðfest, at nakað ólógligt fer fram.
Heldur enn at banna nøkrum ávísum skipum, hevði tað verið munandi víðskygdari loysn at havt eitt neyvt eftirlit við russiskum skipum, og havt eygleiðarar umborð á øllum skipunum.
Hann heldur, at tøknin er so frammaliga í dag, at vilja russarar hava upplýsingar um Føroyar, fáa teir fatur á teimum um vit so banna nøkrum ávísum skipum at koma hendavegin.