Ongi úrslit

Ætlaði av landinum við 40.000 krónum uppi á sær - er nú skuldsettur fyri hvítvask

Áki Bertholdsen
26. sepember kl. 09:40

Seinnapartin í gjár tók tolleftirlitið á flogvøllinum ein mann, sum ætlaði sær av landinum við flogfari.

Maðurin varð tikin tí hann hevði eina stóra nøgd av reiðum peningi uppi á sær.

Løgreglan sigur, at tá ið alt varð talt saman, var talan um heilar 40.000 krónur.

Løgreglan sigur, at hetta er sami maður, sum varð tikin á flogvøllinum á veg til Føroyar seinasta vikuskiftið.

Tá varð hann tikin fyri at smugla næstan 800 gramm av hasji til Føroya.

Talan er um ein danskara, sum eisini býr í Danmark.

Hann varð førdur fyri rættin og har varð hann dømdur at sita í tveir mánaðir tí mett varð, at nøgdin var so stór, at tað var ikki til egna nýtslu, men til at selja.

Síðani varð hann leyslatin tí hann skuldi sita dómin seinni. Mett verður, at eftirsum at hann býr í Danmark, fer tað ikki at verða nakar trupulleiki at fáa fatur á honum aftur, tá ið hann skal sita.

Men í gjár varð hann so aftur tikin á flogvøllinum á veg av landinum, við 40.000 krónum uppi á sær.

Løgreglan heldur, at talan er um pengar, sum stava frá rúsevnasølu og tí varð hald lagt á teir.

Samstundis er maðurin skuldsettur fyri hvítvask.

Hann varð síðani leyslatin aftur og fær so boð um, nær rættarmálið verður - og nær hann skal sita hin dómin.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

12. oktober kl. 09:14

Funnu bløðandi mann uttan vit – leita eftir vitnum

13. oktober kl. 08:46