Ongi úrslit

Ætla at reka grindina inn á Havnina

Áki Bertholdsen
26. august kl. 09:25

Fyrr í morgun vóru grindaboð í Hestfjørði. Grindin varð sædd úr landi, har hon lá uttan fyri ferjuleguna á Gomlurætt.

Kristian Martin Joensen, sýslumaður, sigur, at nú eru einir sjey bátar hjá grindini og teir eru farnir at reka hana suðureftir.

Ætlanin er at fara á Havnina við henni og beint nú eru tey uttan fyri Kirkjubø.

Talan er ikki um stóra grind, mett verður, at hon er eini 50 hvalir.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

15 tímar síðan

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

20 tímar síðan

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03