Ongi úrslit

Ærað veri minnið um Hanus G. Johansen

Í dag fylgja vit vini okkara, Føroya framúrskarandi trubaduri til gravar

Hanna Jensen
17 tímar síðan

Tað er ein sorgardagur, nú vit 11. oktober mistu hann. Og eg sigi 'vit', tí fáur hevur borið okkum føroysku fólkasálina við síni rødd, sínum streingjaleiki og sínum serstøku vøkru løgum, eins og Hanus. Hann er snøgt sagt fólkaogn, og Hanus er og verður sárt saknaður.

Hvussu sestaka gávu vit fingu ígjøgnum Hanus G. Johansen, skiltu vit enn betur, tá aðrir norðurlendskir vísutónleikarar, kvinnur og menn, settu orð á, hvussu hansara framførslur knýttu bond heilt til forna tíð, í hesum tónlistarúminum, sum Hanus ikki bara skapti, men var.

Í honum rúmaðist dámurin av aldargomlum norðulendskum og evropeiskum tilfari, og hann kundi kína og harta okkara sál við sínum streingjum av uppreistrar-, ástar-, skemtingar-, friðar -, revsingar-, fosturlandskærleiksond, sum hann ígjøgnum sítt tekstaval bar okkum. Hann kveikti lív í bókmentaligar perlur Føroya - hjá Poul F Joensen, men eisini hjá Hans Jákupi Glerfoss og mongum øðrum og gav á yngri døgum sítt ómissandi íkast í samstarvi við tónleikabólkar.

Eitt prógv um gávuna upplivdu vit, tá Hanus fór til Noregs og betri enn nakar tulkaði og blásti nýtt lív í yrkingarnar hjá Jacob Sande og gav tær út á vakrasta norska málinum, til at gylla okkum norðurlendska samleikan.

Men Hanus var ikki bert ímyndin av føroyskum tónleiki, sum vit sluppu av uppliva, hann var so ómetaliga nógv meira enn tað. Ein hjartagóður og trúfastur vinur, altíð áhugaverdur at viðgera mál saman við, knívskarpur og kompromisleysur, ein, sum kom at vitja, tá á stóð, ein gestablíður maður uttan hóvasták, nei, tá tú møtti Hanusi, ringdi til Hanus, vitjaði Hanus, fekk Hanus á gátt, so var samband frá fyrsta sekundi. Sanniliga eisini ein fyrimynd, sum medmenniskja.

Og kærleikin til børnini skein av Hanusi, sum neyt samveruna við Milju og hennara, við sínar abbasynir, og sárt saknaði hann sonin, sum so tíðliga varð tikin frá honum Hann var so errin av tykkum øllum.

Góði Hanus, sum tað er tómt og fátækt, nú tín rødd er tagnað, nú vit ikki longur kunnu njóta eitt prát við teg um alt tað áhugaverda, ikki longur fáa teg á gátt, nú ongar framførslur eru á skrá, nú títt smíl ikki møtir okkum og tín rødd ikki uggar okkum. Tú náddi flottan høgan aldur, nú tú kundi halda tín 75 ára dag í summar. Men ein sum tú átti at havt fingið tillutað heldur meira av tíð her hjá okkum, so at komandi ættarlið kundu upplivað teg, allarkærasti Hanus, tí tú hevði eisini so nógv eftir á hjarta. Men nú var tíðin komin at enda.

Takk fyri alt, Hanus G. Johansen, ærað veri títt minni!

Mest lisið hesa vikuna

Eg eri blivin kallað bæði hora og golddigger

16. oktober kl. 13:13

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

15. oktober kl. 08:56

Publicservice og etikkur: Opið bræv til Kringvarp Føroya

Í gjár kl. 10:30

Herverk á fleiri bilar - løgreglan sóknast eftir vitnum

19. oktober kl. 09:36

Sissal fer at biðja sær farloyvi

19. oktober kl. 14:35

Hava ikki funnið gerningsmannin enn

16. oktober kl. 07:45