Ongi úrslit

Adrian skal hava nýggjan venjara

David Nielsen er í dag farin úr starvinum sum AC Horsens venjari

Jóannes Hansen
2 tímar síðan

Tað hevur ikki gingið eftir vild hjá Adrian Justinussen og nýggju liðfeløgunum í AC Horsens fyrstu umførini eftir vetrarsteðgin. Í fyrsta umfari endaði tað við 2-1 tapi í Esbjerg, og í gjárkvøldið endaði tað við 3-1 tapi á heimavølli ímóti Lyngby Boldklub. Vánaliga gongdin hevði í morgun við sær, at venjarin David Nielsen segði seg úr starvi. Tað kom ikki óvart á, tí í donskum miðlum hevur seinastu dagarnar ljóðað, at tað hevur verið nógvur turbolensur í Horsens.

Tá ið Adrian Justinussen í heyst flutti úr Hillerød Fodbold og skrivaði undir sáttmála við AC Horsens var tað eingin ivi um, at hetta var sambært ætlan hjá venjaranum. Nú venjarin er farin úr starvi, er spurningurin, hvussu tað nú verður hjá Adrian. Enn er tað ikki greitt, hvør verður nýggjur venjari í Horsens.

Í 2-1 tapinum móti Esbjerg var Adrian Justinussen millum teir fyrstu ellivu, og í gjárkvøldið var hann als ikki á listanum, tí hann var skaddur.

AC Horsens er á fimta plássi við 29 stigum. Tvey tey fremstu eru Lyngby BK og Hvidovre IF, sum hava ávikavíst 38 og 35 stig. Á triðja plássi hevur Esbjerg 35 stig, og Hillerød Fodbold er á fjórða plássi við 33 stigum.

Leygardagin klokkan 13 fer AC Horsens at spæla á útivølli ímóti Aarhus Fremad, sum hevur Martin Agnarsson á liðnum.

 

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

Í gjár kl. 19:39

Var á tingi fyri Tjóðveldi - nú skiftir Beinta flokk

3. mars kl. 17:59

Flytur úr Miðflokkinum og í Fólkaflokkin

3. mars kl. 22:45

Tá eg bleiv ríkari av Fólkaflokkinum, men vinkonan fátækari

4. mars kl. 09:45

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

Í gjár kl. 15:03

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

Í gjár kl. 07:49