AB hevur styrkt um verjupartin. Nýggjasti maðurin inni í Vika er 22 ára gamli danin, Mathias Friis, ið er miðverji. Sáttmálin er galdandi fyri kappingarárið 2026.
Mathias er ein høgur og sterkur miðverji við góðum bóltførleika, ið vit meta fer at styrkja okkara lið. Danin hevur royndarvant hesa vikuna, og her hevur hann víst seg so mikið væl fram, at avtala er gjørd millum partarnar.
Sambandið millum felagið og leikaran er komið í lag gjøgnum danska Blue Star Academy, sum er ein donsk fótbóltsfyritøka, ið hjálpir ungum spælarum í fótbóltsheiminum.
Talan er um ein sannan ferðagarp, ið nú fer at royna seg á Argjum. Í ungdómsárum sínum í Danmark hevur Mathias spælt við Holbæk og Hellerup, men seinastu árini hevur hann spælt vaksnamannafótbólt við so eksotiskum feløgum sum Glacis United í Gibraltar, Doxa Pal í Grikkalandi og Brera Ilch í Mongolia.