Ongi úrslit

Á konsertferð kring landið við spennandi og vøkrum tónleiki

Aksel Remmel, vinstrumegin, og Félix Nunes
Áki Bertholdsen
3 tímar síðan

Føroyski klaverspælarin, Aksel Remmel og kanadiski selloleikarin, Félix Nunes, fara nú kring Føroya at spæla spennandi og vakran tónleik fyri sello og klaver, sum teir kalla tað. 

Teir siga í tíðindaskrivi, at skráin er sett soleiðis saman, at hon er áhugaverd, bæði fyri tey, ið ikki eru so von við klassiskan tónleik, og fyri tey meiri garvaðu. 

Tað, teir báðir fara at spæla, er:

Shostakovich: Sello Sonata í d-mol, op. 40
Schumann: Fantasiestücke, op. 73
Rachmaninoff: Vocalise
Fazil Say: 4 Cities - Sivas & Bodrum 

– Sellosonatan eftir Shostakovich er eitt ógvuliga rørandi og spennandi verk, siga teir í tíðindaskrivi.

Fantasiestücke, Op. 73 eftir Schumann er ein røð av trimum stuttum satsum, hvør við sínum eyðkennum.

Í Vocalise eftir Rachmaninoff er ein tann kendasti og vakrasti melodiurin í klassiskum tónleiki.

Og at enda spæla teir tvey stykkir úr Four Cities eftir Fazil Say, sum hevur íblástur úr fólka- og jazz tónleiki. 

Fyrsta konsertin verður næst hóskvøld, 30. apríl, í Salt, og hon er ókeypis. Síðani verða konsertir í Mentanarhúsinum í Fuglafjørði, í Varpinum í Klaksvík og í Hátúni í Havn, men tær eru ikki ókeypis.

Mest lisið hesa vikuna

Eg fari ikki at liggja á knæ fyri búgvandi á skúlaheiminum

Í gjár kl. 22:35

Silvurdrongur takkar fyri seg

16. apríl kl. 14:52

Lønirnar hjá fleiri útlendskum sjómonnum við føroysum skipum eru ov høgar

Í gjár kl. 09:00

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

7 tímar síðan

Tað er brot á mannarættindini

16. apríl kl. 13:47

Nógv havnarfólk hava havt vitjan av løgregluni í nátt

16. apríl kl. 07:41