Árstals felagaði úr B36 hevur føðingardag í dag, men hevur verið hátíðarhildi um alt vikuskifti. Á facebook síðuni hjá B36 hava tey lýst við ymiskum tiltøkum í samband við veistluna. Vit hava tosað við Jákup á Borg ítróttastjóra hjá B36 sum hevur greitt frá teimum ymisku tiltøkinum og hvussu tað hevur eydnast.
Í gjár høvdu tey fyrilestur við Tomislav Sivic, hann hevur verið spælandi venjari í 1997, har komu nógv fólk á gátt og lagið var gott har aftrat fyrilesturin var góður.
Kl 13 í dag bjóðaði B36 kaku, kaffi og eisini var ein "Legendu dystir" Millum B36 og GÍ. Sum endaði 4-2 til B36. Eisini hava tey havt tiltøk fyri allar venjarnar í felagnum.
Í kvøld kl 19 verður veistla á Hotel Føroyum. Har eini 230 B36´arir vera til staðar, hettar verður eitt festligt kvøld sum eisini hevur dám av hátíðiligheit í samband við føðingardagin, men tað plagar altíð at vera stuttligt, og Hotel Føroyar plagar at hava góðar karmar til tiltøk av hesum slag segði Jákup Á Borg.
Seinast á skránni er í morgin har kvinnunar hjá B36 spæla dyst ímóti 07/Vesur, tann dysturin er Kl.16.