Ongi úrslit

5 daga veðurforsøgn

© Maksim Romashkin
Jóhanna Højgaard
Í gjár kl. 12:48

Fleiri smá lágtrýst ferðast inn yvir Føroyar vestaneftir. Lágtrýstini hava ælaveður við sær. Týsdagin fer eitt hátrýst, 1016 hPa, at leggja seg norðanfyri Ísland, hetta hevur við sær góðveður til Føroyar.

Mikudagin fer eitt lágtrýst, 987 hPa, vesturi í hav at ferðast sunnaneftir. Eitt brúgvalag haðani við regni ferðast inn yvir Føroyar mikudagin. Eftir tað eitt rák sunnan við ælaveðri.

Forsøgn galdandi til mánamorgunin

Lot til frískt lot vestan og av útnyrðingi, 3 til 8 m/s. Smá- ella hálvskýggjað og okkurt æl. Hitin millum 5 og 10 stig.

Mánadagin

Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Skýggjað og ælaveður, í støðum sólglottar. Hitin 6 til 11 stig.

Týsdagin

Lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s. Seinnapartin lækkar hann í landsynning. Smáskýggjað og ælaveður. Um náttina veksandi vindur. Tað dregur á luftina og tað fer at regna. Hitin 4 til 8 stig.

Mikudagin

Frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s. Samdrigið og regn. Seinnapartin minkar vindurin niður í lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s. Skýggjað og ælaveður. Hitin 7 til 12 stig.

Hósdagin

Lot til frískt lot sunnan og av útsynningi, 3 til 8 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin 7 til 12 stig.

Fríggjadagin

Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s. Samdrigið og regn, men sum frá líður yvirhøvur turt. Hitin 8 til 13 stig.

https://www.vedur.fo/

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

Í gjár kl. 19:39

Var á tingi fyri Tjóðveldi - nú skiftir Beinta flokk

3. mars kl. 17:59

Flytur úr Miðflokkinum og í Fólkaflokkin

3. mars kl. 22:45

Tá eg bleiv ríkari av Fólkaflokkinum, men vinkonan fátækari

4. mars kl. 09:45

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

16 tímar síðan

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9 tímar síðan