Ongi úrslit

40 daga treytaða fongsulsrevsing

Allir dómararnir ógegnigir.

Jóhanna Højgaard
15 tímar síðan

Ein kvinna í tjúginum hevur á facebook-vanganum hjá KVF, viðmerkt eitt uppslag sum umhandlar ein dóm, sagdur av einum dómari í Føroya Rætti.

Kvinnan var ónøgd við hendan dómin, hon heldur at revsingin fyri kynslig brotsverk er ov lág í Føroyum. Tí skrivaði hon hesa viðmerking, sum politiið í tíðindaskrivi kallar hóttandi.

Ákæruvaldið metti, at hennara viðmerking var ein greið hóttan eftir lívinum hjá dómarinum. Tí bleiv kvinnan dømd eftir grein 119 í revsulógini.

Hendan greinin skal verja starvsfólk sum útinna alment álagda tænastuskyldu ella starvsskyldu.

Av tí at allir dómarir í Føroya Rætti eru ógegnigir, bleiv ein sokallaður setudómari úr Danmark tilkallaður. Kvinnan bleiv dømd 40 daga treytaða fongsulsrevsing við treyt um 60 tímars samfelagstænastu.

Kvinnan var eisini dømd fyri at hótta mannin sum fekk tann dómin, uppslagið snúði seg um.

Mest lisið hesa vikuna

Tað er meingsleyst at siga, at vit ikki hava ráð til Suðuroyartunnili

15. mai kl. 08:45

Minna fólk á at keypa í handlinum í bygdini

14. mai kl. 14:03

Roknivillur fyri milliardir

16. mai kl. 22:45

Sissal fær mína atkvødu

14. mai kl. 22:14

Simon Cowell vildi hava Sissal við

17. mai kl. 12:53

Vil fullføra sína útbúgving

18. mai kl. 15:00