Ongi úrslit

34 ára gamal sendi bumbuhóttan til TV2

Starvsfólk á jobsentrið skuldu bótast fyri at arbeiða fyri jødum.

© TV2
Jóhanna Højgaard
25. juli kl. 11:50

Ein maður er skuldsettur fyri bumbuhóttan móti TV 2 í gjár, upplýsir løgreglan í Århus.

Til grundlógaravhoyringina í rættinum í Århus í morgun, noktaði hann seg sekan.

Restin av grundlógaravhoyringini fór fram fyri afturlatnum hurðum.

Hetta merkir, at fjølmiðlarnir ikki kundu vera til staðar í rættarsalinum.

Í teldupostinum til TV2 skrivaði 34 ára gamal maðurin, at um TV 2 ikki skrivaði orð fyri orð um "slaktingina av sínum fólkið", so fór hann at lata eina bumbu spreingja í luftina vid Kvægtorvet klokkan 12.00.

"Altså, hundehoveder". Det vil snart gå ned. (Tað fer skjótt at henda) Fyrireika tykkum til størsta álopið á Danmark, stóð millum annað í teldupostinum.

Maðurin er – umframt at vera ákærdur fyri bumbuhóttanina móti TV 2 – skuldsettur fyri sjey aðrar ákærur

Hann hevur eftir øllum at døma, lagt starvsfólk á jobsentrinum í Aarhus undir hóttanir um harðskap í tíðarskeiðnum 5. juni til 27. juni.

Hann sendi trý sms-boð til fólk sum starvast har.

Millum annað skrivaði hann til eitt starvsfólk, at " hann skuldi bótast fyri at arbeiða fyri jødum."

Í øðrum boðum skrivar hann til eitt annað starvsfólk

- tú burdi arbeitt heimanífrá frá nú av, tí ein prísur er tínum høvdið.

34 ára gamli maðurin er eisini skuldsettur fyri at hava hótt starvsfólkini á jobsentrinum Aarhus 1. juni í ár.

Her skrivaði hann til dømis "heil Hamas" og "Eg skal hava fyritíðarpensjón, annars geri eg lív tykkara til eitt helviti.”

Maðurin hevur eftir øllum at døma, eisini hótt ein ráðgeva í Aarhus Kommunu umvegis talgildan post.

- Eg biði til Gud hvønn dag um at gera Hamas sterkari hvønn dag, hevur hann millum annað skrivað, og:

- Ansa eftir tínum lutum, tú ert í stríði við ein palestinara. Hatta átti tú ongantíð at byrjað.

Maðurin noktar seg sekan.

Mest lisið hesa vikuna

Eg eri blivin kallað bæði hora og golddigger

16. oktober kl. 13:13

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

15. oktober kl. 08:56

Ikki føroyskar gentur

14. oktober kl. 23:00

Herverk á fleiri bilar - løgreglan sóknast eftir vitnum

13 tímar síðan

Hava ikki funnið gerningsmannin enn

16. oktober kl. 07:45

Sissal fer at biðja sær farloyvi

8 tímar síðan