30 námsfrøðingar fingu prógv í dag

Prógvhandan var í auluni á Námsvísindadeildini á Frælsinum í Havn

Fríðmundur Nattestad
21. juni 2024 kl. 18:25

Tey eru 30 í tali, sum nú komu um málstrikuna á námsfrøðiútbúgvingini á Fróðskaparsetri Føroya. Og lítið er at ivast í, at gravgangur verður eftir teimum á arbeiðsmarknaðinum, har tørvurin á námsfrøðingum er so ómetaliga stórur í hesum árum.

Soleiðis skrivar Fróðskaparsetur Føroya í tíðindaskrivi í dag.

Rættiliga nógv fólk var komið í auluna á Námsvísindadeildini á Frælsinum, tí prógvhandanin eru eisini stór hending fyri familju, ætt og kenningar.


Martin Tvede Zachariasen, rektari, vendi sær beinleiðis til nýútbúnu námsfrøðingarnar og segði m.a., at tað er stórt álitisstarv, sum tey nú fara undir:

- Góðu námsfrøðingar. Tit skulu nú út at hjálpa og menna okkara børn, og tey, sum annars hava brúk fyri námsfrøðiligum stuðli. Tit vera ein avgerandi fyrimynd fyri tey veikastu í okkara samfelagi, og hetta er stór ábyrgd, men eisini eitt privilegium. Tit eru nú klár til at taka hesa ábyrgd á tykkum.

- Við útbúgving frá Setrinum í skjáttuni hava tit skapt ein grundvøll, sum kann geva tykkum sjálvum – og føroyska samfelagnum – eina betri framtíð. Tað er kanska eitt stórt lyfti frá mær, men eg tori at lova tykkum tað! Hjartaliga tillukku við próvnum og góða eydnu á tykkara komandi starvsleið, segði rektarin í røðu síni.