Ongi úrslit

30 daga vápnahvíld

Trump forseti staðfesti, at hann vil hava hetta stríðið at enda.

Jóhanna Højgaard
Í gjár kl. 22:15

"Eg fekk eitt gott prát við @POTUS skrivar Zelenskyj á sosiala miðlinum X."

@POTUS er brúkaranavnið hjá Trump á X, og hava hann og Zelenskyj havt eitt prát um vápnahvíld í dag.

Zelenskyj skrivar viðari:

"Vit ynsktu tjóðum okkara tillukku við Sigursdegnum í Evropa — sigrinum á nazismuni. Vit fegnaðust um, at ukrainska tjóðartingið staðfesti búskaparliga samstarvsavtaluna — sanniliga eitt søguligt skjal, sum letur upp fyri nógvum nýggjum samstarvsmøguleikum.

Vit umrøddu tørvin á áhaldandi átøkum fyri at fáa frið, herundir ítøkilig stig, sum kundu takast. Trump forseti spurdi um støðuna á vígvøllinum, og eg gav eitt stutt yvirlit. Eg upplýsti honum eisini, at Ukraina er klárt til eina 30 daga vápnahvíld, sum byrjar í dag.

Vit bíða eftir at Russland tekur undir við hesum uppskotinum. Eg staðfesti eisini, at Ukraina er til reiðar at fara undir samráðingar, óansæð í hvørjum sniði. Men fyri tað skal Russland vísa álvaran í ætlanunum um at enda kríggið, og byrja við fullari treytaleysari vápnahvíld.

Trump forseti staðfesti, at hann vil hava hetta stríðið at enda, er til reiðar at hjálpa, og stuðlar tørvinum á vápnahvíld. Vit avtalaðu okkara víðari sambond."

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

Í gjár kl. 19:39

Var á tingi fyri Tjóðveldi - nú skiftir Beinta flokk

3. mars kl. 17:59

Flytur úr Miðflokkinum og í Fólkaflokkin

3. mars kl. 22:45

Tá eg bleiv ríkari av Fólkaflokkinum, men vinkonan fátækari

4. mars kl. 09:45

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

23 tímar síðan

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

15 tímar síðan