Ongi úrslit

3. Gullbeini

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, valevni fyri Fólkaflokkin
4 tímar síðan

Eg havi nú í fleiri ár bæði skrivað og tosað um, at vit mugu fara at leita eftir olju og gassi  í føroyskum havøki. Hetta  fyri at skaffa okkum fleiri inntøkur til samfelagið og fyri at fáa eitt bein aftrat at standa á.

Oljan kann gerast eitt 3. Gullbeini hjá okkum at standa á saman við  fiski- og alivinnu.  Vit  hava ikki  ráð til at lata olju og gass  liggja ónytt í undirgrundini.  Vit  hava brúk fyri hesum  og  ongantíð meir enn júst nú.

Tað sýnist  sum aðrir løgtingslimir nú  eisini eru samdir við mær í hesum, og eru farnir at tosa um oljuleiting.  Tað gleðist eg um.

Latum okkum heldur fara at leita eftir olju og gassi  enn bara at hugsa um at innføra fleiri skattir og avgjøld á Palliba og Marsannu.   Latum okkum gera køkuna størri.

Um eg blívi vald á løgtingsvalinum 26. Mars og fái ávirkan, so fari eg seta øll segl til fyri at fáa sett gongd á oljuleiting við Føroyar.  Hetta er eitt av mínum fremstu málum.

X við

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

Mest lisið hesa vikuna

Stein - konservativir menn eru ein stórur trupulleiki

19. mars kl. 13:15

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

17. mars kl. 21:35

Framvegis einki tamarhald á eldinum

17. mars kl. 21:11

Føroyskur lærari fær virðisløn

18. mars kl. 18:16

Fara fleiri eldri føroyingar at flyta til Danmarkar?

Í gjár kl. 11:34

Endaliga úrslitið varð at fíggjarlógin gav avlop fjør

20. mars kl. 18:01