17 umsóknir komu inn til hetta fjórða stuðulsumfarið, sum søktu um tilsamans góðar 6,7 mió kr. Stuðulsupphæddin, ið lutað verður út í hesum umfarinum, er góðar 2,3 mió kr.
Endamálið við stuðulsjáttanini er at framleiða og menna føroyskan film við denti á fiktiónsfilm, heimildarfilm og listafilm. Einstaklingar, bólkar og feløg kunnu søkja um stuðul til ymsar tættir innan filmsgerð.
Nevndin hevur viðgjørt umsóknirnar eftir ásetingunum í løgtingslóg nr. 60 frá 17. mai 2005 um stuðul til mentan og list v.m., sum er broytt við løgtingslóg nr. 45 frá 15. mai 2014, løgtingslóg nr. 34 frá 30. apríl 2015 og kunngerð nr. 3 frá 6. januar 2025.
Sum kunngerðin ásetur, hevur grunnurin sett tveir filmsráðgevar at meta um og gera tilmæli til grunnin. Avgerðin hjá nevndini um hvør fær stuðul til film, er bygd á tilmæli frá ráðgevunum.
Samlaða filmsjáttanin fyri 2026 eru 6,6 mió. kr. Stuðul til film verður veittur fýra ferðir árliga
Til fyrsta stuðulsumfarið í ár, Filmur I. 2026, hevur nevndin í Mentanargrunni Landsins tikið avgerð um at veita hesum 13 filmsverkætlanunum stuðul:
Umsøkjari Verkætlanarheiti Slag av filmi Játtað upphædd, kr.
Heiðrikur B.T á Heygum Díðrikur á Skarvanesi Spælifilmur 60.000 FriisFrame v/Rúni Friis Kjær Hol til helvitis Spælifilmur 200.000
Hugmynd v/Eir í Ólavsstovu Karyatida -Reivverur úr rúkandi toftum
Dokumentar 100.000
Svanna Christiansen Seyðahundur Animatiónsfilmur 50.000 GRÓ Studios v/Torfinnur Jákupsson Reyna Sendirøð 300.000 Outlier Projects v/Jón Hammer Eydnuland Spælifilmur 96.300 Outlier Projects v/Jón Hammer Birita Dokumentar 100.000
Niclas Joensen Skúgvi - ræning frá landi og sjógvi
Dokumentar 30.000
Chili Film v/Ole Tornbjerg Tjóðhild Dokumentar 100.000 Outlier Projects v/Jón Hammer Kópakonan Spælifilmur 150.000 Outlier Projects v/Jón Hammer Whistler Spælifilmur 1.000.000 anna joensen-næs Ansa eftir, børn spæla Novellufilmur 20.000 Veyhe v/Jákup Veyhe DRELNES Sjónvarps/internetrøð 120.000