Ongi úrslit

13 ára gamal tvungin at avrætta mann

Bóðu fyri Sharia-lógina

Jóhanna Højgaard
3 tímar síðan

Ein 13 ára gamal drongur úr Khost í Afghanistan var tvungin at avrætta ein mann, sum va dømdur fyri at hava myrt 13 limir í eini familju, harav níggju børn. Almenna avrættingin varð framd á einum leikvølli í Khost við umleið 80.000 áskoðarum.

Drongurin, sum framdi avrættingina, misti familjulimir til drápsmannin. Tað er 11. rættardrápið undir Taliban-stjórnini í Afghanistan, síðani teir tóku við valdinum í 2021.

Afganski hægstirættur segði: 

- Í Khost-landslutinum var guddómliga skipanin um Qisas (hevndargerð) framd móti einum drápsmanni. Tá samkoman var liðug, vórðu bønir hildnar um at styrkja tjóðartrygdina.

Biðið var fyri at fólkið fekk betri atgongd til síni lógligu rættindi, og at islamska Sharia-lógin verður sett í verk í øllum landinum.

Mest lisið hesa vikuna

Minningarorð um Benjamin Gunnarstein

29. november kl. 00:10

Alt selt eftir ein minutt

1. desember kl. 13:46

Kvinnur skulu fáa eina munandi upphædd tá ið tær eiga sítt fyrsta barn

28. november kl. 18:00

Fór úr rættinum sum ein fríur maður

Í gjár kl. 18:15

660 menn fyri fríum vali

1. desember kl. 17:00

Hetta líkar borgarstjóranum væl

1. desember kl. 23:24