Starvsnevndin í SSF hevur tikið út 12 svimjarar at luttaka í Oyggjaleikunum, sum í summar vera í Orkoyggjunum.
Starvsnevndin sigur, at hetta eru teir 12 svimjararnir, sum hava klárað kravtíðirnar fyri hesar Oyggjaleikirnar.bTalan er um seks konufólk og seks mannfólk.
Teir 12 svimjararnir eru hesir:
Alisa Vestergård (2003), SuSvim
Bjarta í Lágabø (2009), SuSvim
Elisabeth Erlendsdóttir (2005), HS
Jóhanna Ólavsdóttir (2007), Ægir
Jonna Joensen (2005), Ægir
Lea Osberg Højsted (2008), Ægir
Bartal E. Eidesgaard (2003), HS
Heini Mohr Askham (2006), Ægir
Isak Brisenfeldt (2006), HS
Jón Hofgaard (1992), SuSvim
Líggjas Joensen (2008), Ægir
Silas Dam Lindberg (2008), HS
Oyggjaleikirnir í Orknoyggjunum vera frá 12. til 18. juli.