Ongi úrslit

11 ára gamal dani fekk heiðursløn fra Zelenskyj forseta

Vit fara altíð at vera øllum takksom, sum inniliga hava samkenslu við okkara fólki

© MSN
Jóhanna Højgaard
4. juli kl. 14:55

Hósdagin í Århus handaði forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskij, Jens Fogh Thomsen úr Biersted í Norðurjútlandi eina serliga virðisløn.

11 ára gamli danski drongurin er fyrsti útlendingurin, sum fær hesa heiðurslønina.

Síðani í fjør hevur hann sjálvboðin gjørt hondgjørt páskaprýði.

Við søluni hevur hann savnað inn yvir 34.000 krónur til skúlataskur og skúlatilfar til ukrainsk børn, sum eru rakt av krígnum.

Hetta skrivar Zelenskyj á sosialum miðlum, har eitt video av setanini er viðheft.

Jens Fogh Thomsen sæst vera týðiliga rørdur, meðan hann rættir Zelenskyj hondina og verður takkaður.

-Jens er fyrsti útlendingur, sum hevur fingið hesa heiðursløn.

Vit fara altíð at vera øllum takksom, sum inniliga hava samkenslu við okkara fólki og hjálpa Ukraina.

Eg eri Jens djúpt takksamur, vegna alt okkara fólk og børnunum í Ukraina, skrivar forsetin í uppslagnum.

Mest lisið hesa vikuna

Ein ungur maður vildi gera av við seg

27. juli kl. 08:40

Gundadalur fingið eitt skot fyri bógvin.

24. juli kl. 15:05

Vilja koyra Framsókn úr Samgonguni - og fáa Miðflokkin upp í

25. juli kl. 17:15

Hvat svaraði amerikanski læknin John Johannesen uppá spurningarnar um gíslarnar í Gaza?

26. juli kl. 00:48

Sera lítið skil á

Í gjár kl. 10:30

Manningarfeløg lýsa tænastubann á Galaxy

25. juli kl. 15:26