Ongi úrslit

07 Vestur hevur keypt nýggjan miðvallara

23 ára gamal norðmaður er nýggjur maður á Dungasandi

07 Vestur
22. januar kl. 12:18

07 Vestur skrivar soleiðis í dag:

Ola er nýggjur maður í hópinum

Ola Arntsen er nýggjur í hópinum hjá 07 Vestur. Talan er um 23 ára gamlan norðmann, sum fyri tað mesta hevur spælt á miðjuni, men kann brúkast aðrastaðni eisini.

Ola hevur royndarvant við 07 Vestur og var eisini við í venjingardystinum móti HB síðsta vikuskifti. Har sóu vit, at fótbóltseginleikunum bila einki.

Umframt at hava góðar fótbóltsførleikar er Ola eisini væl fyri kropsliga. Hann hevur fingið gott í beinið í fótbóltsuppvøkstrinum í ungdómsdeildini hjá Rosenborg. Í 2022 fór hann til USA at lesa “Exercise Science’”. Undir lesnaðinum hevur hann spælt við ymiskum universitetsliðum. Ola hevur skrivað undir sáttmála við 07 Vestur fyri 2026.

Vit ynskja Ola hjartaliga vælkomnum til 07 Vestur!

Mest lisið hesa vikuna

Avaring: Umfatandi roynd at svika pengar frá fólki í Føroyum

5. februar kl. 14:59

Útlendingar sum fremja álvarslig brotsverk skulu blakast út

3. februar kl. 21:43

Sigur seg úr starvinum eftir avdúking

3. februar kl. 17:00

Tað er rein satanisma

Í gjár kl. 21:00

Fór á Landssjúkrahúsið eftir ógvusligt ferðsluóhapp

5. februar kl. 07:44

Loysnir, ikki fíggindamyndir

4. februar kl. 16:14