Spurningurin um ES-limaskapin hjá Ukraina er treytaður av samleika í ES, tá talan er um slíkar avgerðir.
Tað sigur forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelensky, í svari til ein fyrispurning frá pressuni í dag í Keypmannahavn.
Hann leggur dent á, at Ukraina fer at gera alt fyri at gerast limaland í ES, og sambært honum, so er tað ikki eitt ES-land, sum skal standa í vegin fyri, at Ukraina gerst partur av ES.
- Tú veitst, slík lond eru... Tað er eitt viðkvæmt mál. Men í øllum førum fara vit at klára tað, sigur ukrainski forsetin.
Ungarn hevur áður sagt, at tað vil ikki hava Ukraina at gerast partur av ES. Landið óttast fyri at innflyta kríggið til restina av Evropa.
Eisini væntar Zelensky framvegis stuðul frá USA, eftir at ivi er í ávísum vápnaflutningum.
- Vit rokna við framhaldandi amerikanskum stuðli, tí tað eru nøkur ting, sum Evropa ikki eigur, sum er harmiligt.
Serliga Patriot-rakettir eru avgerandi, sigur Zelensky at enda.