Seinnapartin í gjár hendi eitt ógvusligt ferðsluóhapp í rundkoyringina við Skipaneskrossin, sum tað verður kallað.
Ein bilur við viðfestisvogni kom í rundkoyringina og skuldi snara av oman ímóti Skipanesi, Men samstundis koma tveir bilar niðan av Skipanesi - ein hvítur persónbilur framman fyri og ein reyður persónbilur aftan fyri.
Men so hendur tað, at bilførarin í tí reyða bilinum yvirhálar tann hvíta bilin og tí noyðist bilførarin á bilinum við viðfestisvogninum at høgga bremsurnar í so hart hann kann, fyri at sleppa undan samanbresti.
Avleiðingin var, at hann misti tamarhaldið á bilinum tí viðfestisvognurin fór at slingra. Hann slingraði so illa, at hann dróg bilin út av. Bilurin fekk rættiliga stóran skaða, men fólkaskaði var eingin.
Men løgreglan sigur, at bæði tann hvíti bilurin, og tann reyði bilurin halda bara leiðina fram, uttan at steðga, og uttan at siga løgregluni frá.
Løgreglan sigur, at tey vita ikki hvønn veg teir fóru um teir hildu leiðina fram út eftir Skálafjørðinum, ella um teir snaraðu ímóti Gøtu.
Tí vil løgreglan fegin í samband við báðar bilførararnar, men tað einasta tey vita er, at tað hendi klokkan 17.45 og at talan er um tveir persónbilar, ein hvítan og ein reyðan.