Ongi úrslit

Skapa ótryggleika í Steinatúni í Havn

Tvær ferðir í gjár var løgreglan eftir fólki

Áki Bertholdsen
13 tímar síðan

Tvær ferðir í gjár var løgreglan í Steinatúni eftir fólki, sum elvdu til ampa og ótryggleika.

Tað eru fólk, ið ongastaðni hava at vera, sum halda til í Steinatúni, men fólk hava ampa av teimum, tí ofta er rúsdrekka uppi í, og ofta teru tey harðlig eisini - tó er tað at kalla bara ímóti hvørjum øðrum, at tey eru harðlig.

Tey skapa ótryggleika og tí verður ringt eftir løgregluni, og tvær ferðir seinnapartin í gjár máttu vit í Steinatún eftir fólki, sum vóru til ampa, sigur løgreglan.

Tvey av teimum vórðu handtikin og fingu bót fyri at bróta skilhaldsreglurnar. Her er talan un tað størri bótina upp á 3.000 krónur fyri at vísa harðligan atburð.

Løgreglan sigur, at hetta er einasta amboðið, tey hava at loysa málið, tí tey fáa ikki gjørt annað. Mangan fáa tey heldur ikki rindað bótina, so tað hendir seg meiri enn so, at tey verða dømd at sita í nakrar dagar.

Mest lisið hesa vikuna

Ferðafólk fyri borð á Norrønu

28. juni kl. 20:35

Nú er avgjørt hvør vinnarin er

26. juni kl. 08:30

Maður fyri borð á Norrønu - eru givin at leita

28. juni kl. 22:48

Maður fyri borð á Norrønu: Eingin sá hvat hendi

Í gjár kl. 07:44

Norrøna farin aftur í sigling - leitingin heldur fram

28. juni kl. 21:08

Gera tað lættari hjá foreldrum sum skulu tíðliga til arbeiðis

27. juni kl. 07:44