Ongi úrslit

Zelensky er í Danmark nú ES formannsskapurin verður handaður yvir

Eu-kommisserarnir skulu smakka laks úr Føroyum

Jóhanna Højgaard
21 tímar síðan

Í dag tekur Danmark við formansskapinum í ES. Tann formella yvirtøkan fer fram í Aarhus, har tiltakið dregur politikarar, kongalig og borgarar til sín.

Fríðrikur Kongur tekur ímóti Zelensky á Marselisborg slottinum í Århus. Tað er ikki siðvenja men nakað heilt serligt, tí hetta eru hansara privatu kongaligu stovur.

Tað verður altso ikki, sum vanligt, riddarahøli ella skrivstova, har hann vanliga tekur ímóti gestum.

Tá móttøkan er liðug, fer kongurin úr Marselisborg og letur Mette Frederiksen og Ursulu von der Leyen læna stovurnar, sigur Marie Rønde.

TV 2 hevur fingið loyvi at síggja matskránna til borðhaldið í kvøld fyri landsstýrið og kommissiónina, sum fevnir um villan hvítleyk úr Risskov, asparges úr Suðurfyn og laks úr Føroyum.

-EU Kommisserarnir skulu eisini smakka danskar serrættir – tað snýr seg um at vísa Danmark fram, eisini tá tað snýr seg um gastronomi.

Soleiðis verður eisini á borðhaldinum í kvøld, har danska landsliðið av kokkum skal hjálpa til við at skapa borðhaldið, harímillum lekkurt úr øllum kongaríkinum, sigur Marie Rønde, kongaligur reportari hjá TV 2.

Mest lisið hesa vikuna

Ferðafólk fyri borð á Norrønu

28. juni kl. 20:35

Maður fyri borð á Norrønu: Eingin sá hvat hendi

30. juni kl. 07:44

Maður fyri borð á Norrønu - eru givin at leita

28. juni kl. 22:48

Norrøna farin aftur í sigling - leitingin heldur fram

28. juni kl. 21:08

Ógvusligt ferðsluóhapp - leita eftir tveimum bilførarum

Í gjár kl. 07:46

Skapa ótryggleika í Steinatúni í Havn

1. juli kl. 07:45