Ongi úrslit

Yvirfriðingarnevndin: KOKS hevði verið ov stórt inntriv í økið kring Fossdalsgjógv

Endaliga niðurstøðan hjá Yvirfriðingarnevndini er, at matstovuvirksemið hjá KOKS ikki er sameiniligt við siðbunda landbúnaðarvirkseminum, sum longu er í økinum kring Fossdalsgjógv

Durita Fagradal Augustinussen
26. august 2022 kl. 10:46

Ein greiður meiriluti í Yvirfriðingarnevndini staðfesti í gjár, at Tórshavnar kommuna ikki kann broyta byggisamtyktina, sum er fyri Fossdalsgjógv og tískil ber ikki til hjá Gist og Vist at flyta nýggju KOKS matstovuna til Velbastaðar.

Yvirfriðingarnevndin vitjaði á fleiri ferðir økið kring Fossdalsgjógv, fyri at síggja umstøðurnar har. Í niðurstøðuni hjá Yvirfriðingarnevndini sæst at lesa, at fýra út av fimm limum vóru samdir um avgerðina, men tann eini limurin helt, at loyvi kundi gevast, at broyta byggisamtyktina – undir serligum treytum. Í avgerðini verður víst á, at byggiuppskotið hjá Gist og Vist-samtakinum hevði havt við sær fleiri størri bygningar í økinum. Ætlaða virksemi hevði gjørt stórt inntriv í verandi økið og hevði havt við sær, at Fossdalsgjógv fekk eitt øðrvísini eyðkenni.

Eisini er staðfest í niðurstøðuni, at Gist og Vist kann ikki fáa frávik frá kravinum um góðkenning frá Yvirfriðingarnevndini, hvørki til størri ella minni matstovuvirksemi.

Stjórin í Gist og Vist, Johannes Jensen, hevur áður víst á, at Fossdalsgjógv er best egnaða staðið til at hýsa altjóða viðurkendu Michelin-matstovuni, KOKS, grundað á millum annað frástøðuna til høvuðsstaðin og tilhoyrandi atkomumøguleikar. Heldur ikki hetta var Yvirfriðingarnevndin samd í og vísti á, at matstovan og virksemi hjá KOKS ikki er knýtt til nakað ávíst stað í landinum og tískil kann staðsetast aðrastaðni enn júst við Fossdalsgjógv.

Bóndin á Velbastað fekk eiheldur viðhald frá Yvirfriðingarnevndini
Páll Djóni á Steinum, bóndi á Velbastað og festibóndi í millum annað Fossdali og Fossdalsgjógv, sum einaferð ætlaði at leggja ein køst á staðnum, sendi fyrst í hesum árinum, sum eina síðstu roynd, eina umsókn til Yvirfriðingarnevndini, fyri at fáa Fossdal og Fossdalsgjógv friðað.

Men í avgerðini frá Yvirfriðingarnevndini, metir nevndin, at tað hvørki er søguligt ella vísindaligt grundarlag fyri, at økið við Fossdalsgjógv verður friðað. Hetta tí viðurskifti í landslagnum kring Fossdalsgjógv ikki kunnu metast at vera serstøk fyri Føroyar, og ei heldur kann metast at vera serstøk friðingarverd jarðfrøðilig fyribrigdi.

Virksemið hjá Páll Djóna á Steinum, festibónda, kann tí halda fram sum áður við økið kring Fossdalsgjógv.

– Tað kemur eingin køstur á staðnum, sum tað annars hevur verið upp á tal áður, sigur festibóndin í stuttari viðmerking til Dimmalætting.

Tað hevur ikki eydnast at fáa viðmerking frá Johannes Jensen, stjóra í Gist og Vist.

Mest lisið hesa vikuna

Norrøna fekk ein heilan hval upp á stevnið

Í gjár kl. 14:24

Teistin á veg til Suðuroyar við jóansøkumati

10 tímar síðan

Myndir: Countryfestivalurin dag 1

14. juni kl. 19:20

Paz hevur fingið tvær Michelinstjørnur

16. juni kl. 18:55

Bjørtfríð býr mitt í bumburegninum

Í gjár kl. 13:25

Myndir: Kongshúsið vísur myndir frá móttøkuni á Dannebrog

13. juni kl. 20:52