Fleiri enn 5.000 flogferðir eru avlýstar í norðeystur-partinum av USA mánadagin, orsakað av nógvum kava og vindi. Tað veit BBC at siga frá.
Bæði innanlands- og uttanlandsflúgvingin er er ávirkað, og eisini flogferðir í Danmark eru raktar.
Sambært heimasíðuni hjá Kastrup Lufthavn, vóru flogferðirnar tíðliga seinnapartin til New York City og Boston avlýstar.
Høvuðssætið hjá ST á Manhattan er eisini stongt, skrivar tíðindastovan Reuters.