Yvir 50 prosent av ungum føroyingum vilja vera hondverkarar

Bara í fjør fóru heili 376 ungir føroyingar í læru

Áki Bertholdsen
9. januar 2024 kl. 11:19

Tað eru framvegis nógvir ungir føroyingr, sum vilja vera hondverkarar. Tað vísir ein uppgerð hjá Yrkisdeplinum.

Í fjør vóru tað 376 fólk, sum fóru í læru og gjørdu lærusáttmála við ein arbeiðsgevara fyri at fáa eitt sveinabræv ella eitt yrkisbræv. Og tað er yvir 57 prosent av einum miðal føroyskum árgangi, her tað í miðal hava verið fødd knapt 660 børn um árið seinastu 20 árini.

Búskaparliga gongdin í Føroyum hevur stóra ávirkan á hvussu nógvir lærlingar fara í læru á hvørjum ári og tað sæst eisini týðiliga aftur í tølunum frá ári til ár, tí tey eru rættiliga ymisk. Í 2009, beint eftir kreppuna, byrjaðu einans 26,9 prosent av einum miðal føroyskum árgangi uppá eina yrkisútbúgving og hetta er nógv lægsta tali í einum ári, hesi seinastu 20 árini.

Sum heild hevur tilgongdin til yrkisútbúgvingarnar tó verið rættiliga stór hesi seinastu nógvu árini og síðan 2016 hava tað verið yvir 50 prosent av hvørjum árgangi, sum eru farin í læru.

Tey 376 fólkini, sum fóru í læru í fjør, eru í 44 sløgum av hondverki. Verða allir lærlingar taldir við, eru tað næstan 1.000 fólk, sum eru í ferð við at taka 58 ymiskar yrkisútbúgvingar í Føroyum.

Aldurin á nýggju lærlingunum í fjør lá ímillum 16 og 54 ár, ímeðan miðalaldurin var 21,9 ár. Ikki síðan 2010 hevur miðalaldurin á teimum sum fóru í læru, verið so lágur. Beint undir 22 prosent av teimum, sum fóru í læru í fjør, vóru yvir 25 ár.

Av teimum 58 útbúgvingunum, sum føroyskir lærlingar læra til í løtuni, ber til at taka skúlagongdina til 14 teirra í Føroyum.

Í hinum 44 útbúgvingunum krevst, at lærlingar fara til Danmarkar í skúla. Í tølum merkir tað, at í fjør byrjaðu 28 prosent av lærlingunum uppá útbúgvingar har tað krevst at tey fara uttanlands í skúla.

Nógv tey størstu yrkini eru tær siðbundu føroysku útbúgvingarnar innan maskinsmíð, húsasmíð og elektrikara tí 43 prosent av lærlingunum í fjør, fóru í læru í hesum fakunum.

Umleið 30 prosent av øllum lærlingunum, sum byrjaðu í fjør, nema sær útbúgving av tí meiri bókliga slagnum, har størstu útbúgvingarnar eru innan sølu og skrivstovuyrkið við ymiskum sergreinum, eitt nú læknaskrivari, almenn fyrisiting, logistikk, advokatskrivari og í skipavinnuni.