Leysasøgur hava gingið um tað í eina tíð, og í dag váttar FC Barcelona, at felagið hevur sent Xavi til hús.
Xavi boðaði annars fyrr í ár frá, at hann fór at gevast í starvinum eftir hetta kappingarári. Men fyri nøkrum vikum síðani broytti hann meining, og segði, at hann eftir áheitan frá felagnum hevði tikið avgerð um at halda fram kortini.
Hetta verður so av ongum, nú felagið hevur valt at enda samstarvið. Fleiri miðlar vilja vera við, at uppsøgnin kemur í kjalarvørrinum av, at Xavi í farnu viku úttalaði seg alment um vánaligu fíggjarligu støðuna í felagnum.
Síðsti dysturin hjá Xavi verður sunnudagin, tá Barcelona og Sevilla bresta saman í síðsta dystinum í hesum kappingarárinum.
Xavi vann eitt meistaraheiti við Barcelona sum venjari. Sum leikari vann hann heili átta meistaraheiti við felagnum.
Sambært Sky Sports í Týsklandi, er Hansi Flick favorittur at gerast nýggjur Barcelona venjari.