Ongi úrslit

X við umhvørvið

Við øllum átøkunum, sum heimsins lond hava sett í verk, megna vit bert at minka útlátið í 2030 við 1%. Tað er alt ov lítið. Tí skulu vit føra umhvørvispolitikk á øllum politiskum pallum sum vit hava atgongd til. Eisini á fólkatingi. 

Ingilín D. Strøm
31. oktober 2022 kl. 09:09

Við øllum átøkunum, sum heimsins lond hava sett í verk, megna vit bert at minka útlátið í 2030 við 1%. Tað er alt ov lítið. Tí skulu vit føra umhvørvispolitikk á øllum politiskum pallum sum vit hava atgongd til. Eisini á fólkatingi. 

Vit skulu gera nógv, nógv meira í Føroyum. Men hava vit eitt umboð, ið hevur úrslit og samstarv fyri eygað í fólkatingssessinum, ber eisini til at fáa ítøkilig umhvørvisátøk á skrá, ið gagna øllum. 

Hetta ímyndi eg mær millum annað, sessurin kann brúkast til umhvørvispolitiskt:

Eitt umhvørvispolitiskt umboð kann vera við til treytaleyst at seta umhvørvis- og náttúrupolitikk á skrá á øllum størri pallum, ið fólkatingssessurin gevur atgongd til. Tað kann vera í evropeiskum, arktiskum og norðurlendskum høpi.

Fólkatingsumboð kunnu skapa samband millum ymiskar grunnar ella feløg og føroyskar verkætlanir. 

Stórur áhugi er at stuðla átøkum innan náttúru- og veðurlagsøkið í løtuni. Dømi um samstørv, ið grunnar hava stuðlað eru verkætlanin um sjóvarfalsorku í Vestmannasundi - skjótt eisini Heystfirði og Koltursverkætlanin. Føroyar eru lítlar, og júst hetta eigur at vera serliga áhugavert fyri bæði verkætlanir innan orku og náttúruvernd.

Vit eiga at seta ein norðuratlantiskan umhvørvis- og náttúrugrunn á skrá, sum skal stuðla verkætlanum, ið bremsa veðurlagsbroytingum og margfeldiskreppuni. 

Tað eigur at bera til, eins og tað bar til at seta filmsgrunnin Norddok á skrá, sum stuðlar heimildarfilmsverkætlanum úr Føroyum, Grønlandi og Danmark. Hvørt valskeið verða 26 milliónir settar av. Hesin grunnurin stuðlaði m.a. framúr góða filminum "Skál". 

Við vón um gott (umhvørvis)val í morgin.

Ingilín D. Strøm, fólkatingsvalevni fyri Javnaðarflokkin

Mest lisið hesa vikuna

At vera prestur og samkyndur í Føroyum

Í gjár kl. 11:02

Kilovís av kokaini umborð á Norrønu

1. apríl kl. 20:55

Feilur í fínteljing: Jóhan Christiansen komin aftur í tingið

1. apríl kl. 10:42

Tá ið antizionisma gjørdist partur av valstríðnum í Føroyum 2026

31. mars kl. 20:08

Eg leggi ikki í hvat fólk siga

28. mars kl. 19:26

Fer illa við manni sínum

Í gjár kl. 18:12