Ongi úrslit

WHO ber ótta fyri at ríku londini aftur fara at hamstra koppingarevni vegna omikron-frábrigdið

Heimsheilsustovnurin, WHO, stúrir fyri, at menningarlondini enn einaferð verða yvirsæð, fara tey ríku londini at hamstra koppingarevni

Sigurjón Einarsson
20 tímar síðan

WHO, heimsheilsustovnurin, sigur, at tað framhaldandi er óvist, um “booster”-koppsetingin hjálpir móti omikron-frábrigdinum, og mælir teimum ríku londunum frá at hamstra koppingarevni.

Heimsheilsustovnurin stúrir fyri, at tey ríku londini fara at royna at fáa fatur í fleiri skamtum. Koppingarstjórin í heimsheilsutovninum heldur, at hetta fer at gera skeivleikan av býtinum av koppingarevnum verri kring heimin.

– Meðan vit enn royna at finna útav, hvussu omikron-frábrigdið uppførir seg, so er tað ein møguleiki fyri, at tey ríku londini fara at hamstra koppingarevni, fyri at verja sínar borgarar í meira lagi, sigur koppsetingarstjórin í WHO, Kate O´Brian í eini fráboðan í dag.

Útsøgnin kemur, eftir at koppsetingarframleiðarin Pfizer alment hevur boðað frá, at trý prik við teirra koppingarevni eisini verjir móti omikron-frábrigdinum.

(NTB)

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan stongdi skeinkistað í Havn tí har var ov lítið skil í

5. apríl kl. 09:39

Tað er nakað heilt, heilt galið í føroysku skattaskipanini

7. apríl kl. 09:49

Smyril sleppur ongan veg - fult skip av ferðafólki og bilum

4. apríl kl. 08:41

Nú er semja um alt og sostatt hava vit fingið nýggja samgongu

8. apríl kl. 08:58

Fekk 12,7 milliónir dollarar í endurgjaldi

4. apríl kl. 16:18

Sambandsflokkurin hevur valt landsstýrisfólk

Í gjár kl. 11:43