Ongi úrslit

Wayne Rooney gevst sum fótbóltsleikari

Fyrrverandi enski landsliðsleikarin hevur avgjørt at enda sína yrkisleið sum fótbóltsleikari. Nú er hann settur sum venjari

Sigurjón Einarsson
15. januar 2021 kl. 14:11

Championship-felagið Derby County váttar á sínari heimasíðu, at felagið hevur sett Wayne Rooney sum nýggjan venjara.

Tann 35-ára gamli liverpoolbúgvin byrjaði kappingarárið sum leikandi hjálparvenjari undir Philip Cocu. Eftir at niðurlendingurin fekk fótin í mittuni av november mánaði, hevur Rooney virkað sum avloysandi venjari. Nú er avtala gjørd við Rooney, ið verður venjari fulla tíð.

Í tíðindaskrivi, sum váttar, at Rooney verður Derby-venjari fram til summarið 2023, kemur eisini fram, at hann samstundis leggur fótbóltsskógvarnar á hillina.

Mest lisið hesa vikuna

Fyrrverandi føroyskur IDF-hermaður: Ísrael hevur onki val

Í gjár kl. 21:56

Sluppu væl frá einum sermerktum ferðsluóhappi

14. juli kl. 07:54

Veðrið komandi dagarnir

13. juli kl. 13:56

Gamal kenningur verður aftur at síggja í Sarpugerði

5 tímar síðan

Kraftigur jarðskjálvti var í Spania í morgun

14. juli kl. 20:04

Henrik Old: Frælsið hjá einstaka føroyinginum má koma í fyrstu røð

Í gjár kl. 21:56