Ongi úrslit

Vónin skal hava nýggjan stjóra

Daniel Hákunsson Dam verður nýggjur stjóri á Vónini
Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

– Eftir næstan 30 ár við trúgvari tænastu hevur Hjalmar Petersen avgjørt at gevast í starvinum. Tað boðar Vónin frá í tíðindaskrivi.

– Hjalmar hevur verið stjóri síðan 2001, men frá 1. mars næsta ár verður tað Daniel Hákunsson Dam, sum tekur yvir sum stjóri. Daniel hevur verið fíggjarstjóri hjá Vónini síðan fyrst í 2021 og kennir væl til virksemið og samtakið sum heild.

Hann er 35 ára gamal, útbúgvin cand.merc. frá Aalborg Universitet og hevur áður arbeitt í Danmark við rakstrar- og fíggjarstýring, áðrenn hann flutti aftur til Føroyar í 2020, sigur Vónin.

Hjalmar heldur fram sum stjóri til endan av februar og fer síðani at stuðla Daniel í tveir mánaðir, samstundis sum hann fullførir byggingina av alitænastustøðini í Kyleakin á Skye í Skotlandi.

Mest lisið hesa vikuna

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

21. november kl. 07:47

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

21. november kl. 08:30

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Næsta sparingin skal verða at niðurleggja føroyskar sendistovur uttanlands

20. november kl. 09:53