Forsetin í Ukraina Volodymyr Zelensky, segði leygardagin, at hann hevur sent Russlandi eitt tilboð um at hava samráðingar í næstu viku.
Tað skrivar Reuters.
Ikki er greitt, nær í vikuni tað skal vera, ella hvussu Russland hevur reagerað uppá uppskotið.
Sambært forsetanum skal samráðingarferðin økjast, og alt má gerast fyri at fáa vápnahvíld.