Ongi úrslit

Vøksturin er størst í Sandoynni - og minst í Suðuroy

Suðurøkið í Føroyum liggur í toppinum og í botninum í nýggjari uppgerð hjá Hagstovuni

Áki Bertholdsen
17. februar 2025 kl. 10:56

Sum vit skrivaðu fyrr í morgun, vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni at hetta seinasta árið,  frá februar í fjør til januar í ár, hava føroyingar tjent tilsamans 12,8 milliónir og tað eru fimm prosent meiri enn vit tjentu frá februar í 2023 til januar í fjør.

Men tað er rættiliga ymiskt, hvussu gongdin hevur verið í teimum ymsu økjunum í landinum. Tað, vit eru von við, er, at suðurøkið í landinum, Sandoy og Suðuroy, fylgjast - og tað er ikki fyri tey góðu úrslitini, tí í Sandoy og í Suðuroy hevur gongdin verið nógv vánaligari enn í restini av landinum.

Men nú er støðan broytt, og serliga er tað støðan í Sandoynni, tí Sandoyggin er eitt dømi um, hvussu stóra framgongd, fast samband við meginøkið kann føra til. 

Gongdin vísir nevniliga, at av øllum landinum, hevur lønarvøksturin verið væl størst í Sandoynni, tí har hevur hann verið yvir átta prosent hetta seinasta árið. Tað merkir, at hetta seinasta árið hava sandoyingar tjent 245 milliónir, sum eru 18,4 milliónir meiri enn í undanfarna ári.

Hinvegin er støðan í Suðuroynni tann vanliga, og tað er, at har hevur framgongdin verið tann minsta í øllum landinum, tí har hevur lønarvøksturin bara verið 2,3 prosent. Í Suðuroynni eru 786,7 milliónir goldnar í lønum hetta seinasta árið, og tað er 17,6 milliónir meiri enn í undanfarna ári.

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Dettur væntandi niður í nátt

19 tímar síðan

Stefan gevst í Sarpugerði

7. mars kl. 19:36

Búskaparráðið eigur at verða avtikið?

9. mars kl. 10:16