Ongi úrslit

Vladimir Putin er nú komin í land í Alaska.

Toppfundurin millum forsetarnar báðar er í gongd.

© AP
Jóhanna Højgaard
15. august kl. 20:30

Beinleiðis myndir frá tíðindastovuni AP vísa russiska flogfarið á flogbreytini.

Tíðindamaðurin hjá TV 2 skrivar, at fýra amerikansk jagaraflogfør fylgdu flogfarinum, sum bar Putin seinasta teinin til flogvøllin, sum eitt slag av heilsan til russiska forsetan.

Donald Trump og Vladimir Putin heilsaðu síðani uppá hvønn annan á flogbreytini.

Síðani fylgdust teir eftir reyða teppinum, yvir til pallin, har teir aftur tóku í hondina á hvørjum øðrum.

Hvørgin teirra vildi svara spurningum frá tíðindafólkunum.

Teir báðir forsetarnir eru nú farnir inn í sama akfar, nevniliga limousine hjá Trump, sum kallast The Beast (beistið), sum skal koyra forsetarnar til sjálvan toppfundin.

Trump og Putin koyrdu vinkandi burtur.

Toppfundurin millum forsetarnar báðar, er altso skotin í gongd.

Fundurin er liðugur

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Er meldaður fyri blúnisbrot

Í gjár kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

Í gjár kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03