Hesi seinastu 15 árini hava vit, sum heild, havt stór avlop á handilsjavnanum.
Tað merkir, at vit útflyta fyri nógv meiri enn vit innflyta fyri.
Búskaparráðið sigur, at nøkur heilt fá undantøk hava verið frá hesi regluni.
Men árið í fjør var ikki eitt av teimum árunum, tí í fjør var avlopið á handilsjavnanum 2,6 milliardir og í 2024 var tað slakar tvær milliardir.
Og verður innflutningurin av skipum og øðrum stórum flutningstólum ikki verður tikin við, var avlopið í 2024 umleið tríggjar milliardir.
Innflutningurin var einar 700 milliónir størri í fjør enn hann var í 2024. Størsta økingin er í innflutninginum av djóra- og plantuoljum til framleiðslu av fiskafóðri, men innflutningsvirðið av skipum og matvøru eisini er vaksið nakað.
Samstundis er útflutningurin umleið 1,4 milliardir størri í fjør enn hann var í 2024, tað er ein vøkstur upp á 11 prosent.