Flestu flokkarnir hava lagt valskránna fram nú, bæði fyri løgtingsvalið og fólkatingsvalið.
Sambandsflokkurin hevur gjørt tað sama og málini sum standa fremst á skránni eru ikki ókend, men heldur meira kend mál, sum Sambandsflokkurin hevur arbeitt fyri í mong ár.
- Ja, tað er kanska rætt, men flyta okkum eisini, sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður í flokkinum.
Hann vísir á, at umframt øll onnur mál, sum flokkurin hevur sett sær fyri at arbeiða við, fyllir spurningurin um ríkisfelagskapin nógv og er ein partur av grundhugsjónini hjá flokkinum.
Tjóðarssemjan, sum er gjørd millum hinar fimm flokkarnar á tingi, er eitt mál, sum Sambandsflokkurin ikki tekur undir við.
Flokkurin sjálvur hevur eitt annað uppskot, ið kallast, Nýtt samband, og sum mælir til broytingar í ríkisfelagsskapinum, men innan fyri ríkisfelagsskapin - ikki til tað, sum onnur nevna ein ríkjafelagskap.
Bárður á Steig Nielsen, formaður, hevur fleiri ferðir víst á, at tað ber væl til hjá Føroyum at fáa størri heimildir hjá Føroyum innanfyri ríkisfelagsskapin.
–Tað snýr seg um at leggja meira trýst á og blíva við - so ber til at fáa so at siga tað, sum vit ynskja okkum.
Nýggjasta dømi er okkara viðrskifti í Norðurlandaráðnum, har vit eftir øllum at døma nú fáa fullan limaskap, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum.
Í valskránni eru flestu kjarnuvirðini hjá flokkinum - eisini nýggjasta útspælið um, so at siga, at avtaka hámarkið fyri barsilspengar.
Sambandsflokkurin vil hava at hámarkið hækkar, so at foreldur, sum forvinna yvir 30.000 krónur ikki vilja fara í barsil av fíggjarligum orsøkum.
–Sambandsflokkurin verjir føroysku familjuna og tryggjar familjuni góð viðurskifti í landinum, sigur Bárður á Steig Nielsen.
Í hesum valskeiðnum hevur Sambandsflokkurin sitið í andstøðu saman við Fólkaflokkinum og Miðflokkinum.